
Sólblómuráðgeving
í Betri Trygging
Í oktober lat serliga sólblómuráðgevingin hjá Betri Trygging upp. Hetta er ein tænasta, ið vit veita kundum, ið hava ósjónlig brek og avbjóðingar – og sum vit vilja møta á hóskandi hátt.
Nýggja tænastan inniber eina sólblómulinju, ein sólblómuteldupost og møguleika at bíleggja sólblómufund, so vit sum best fáa møtt hesum bólkinum av kundum í eygnahædd.
Tá ið sólblómulinjan ringir, vita vit, at vit skulu geva okkum góða tíð, tí tað kann vera trupult fyri tann, sum ringir inn. Tá ið vit fáa ein teldupost á sólblómuteldupostin, vita vit somuleiðis, at vit skulu geva okkum serligan ómak við samskiftinum. Og bíleggur onkur ein sólblómufund, kunnu vit taka neyðug atlit frá byrjan.
Eisini kunnu fólk við ósjónligum breki koma inn á deildir okkara kring landið og biðja um eitt sólblómuband. Við tí kunnu tey gera onnur varug við, at onkur bági er, sum krevur serlig atlit.
Møta vit fólki við sólblómubandinum, vita vit, at viðkomandi hevur eitt ósjónligt brek, sum hevur ávísar avbjóðingar við sær. Tað týdningarmesta er tá, at vit ikki døma og ilskast, men eru vinarlig, geva okkum góða tíð og hjálpa, um vit kunnu.
80% av øllum
brekum eru ósjónlig
Tey kunnu vera kropslig ella fatanarlig - til dømis ADHD, angist, tunglyndi, demens, orðblindni, menningartarn ella annað, ið kann gera tað møtimikið at skula seta seg í samband við eitt tryggingarfelag.
Við nýggju Sólblómutænastuni vilja vit møta hesum kundum í eygnahædd.
Sólblómuráðgevingin hjá Betri Trygging:
Sólblómulinjan: 348 601
Sólblómutelduposturin: solbloma@trygging.fo
Eisini ber til at bíleggja sólblómufund á heimasíðuni.
