Umhvørvis-
ávirkan

Betri Banki
11 min at lesa
Lurta

Í Betri Banka arbeiða vit miðvíst við at skilja og minka um bankans neiligu ávirkan á veðurlag og náttúru

Við føroyska GHG-roknaranum hava vit útroknað, hvussu nógv CO2-útlát stavar frá okkara virksemi. Útlát frá beinleiðis virksemi (vav 1 og 2) fevnir um okkara olju- og el-nýtslu frá bygningum, húsum og bilum hjá bankanum. Síðani 2020 hava vit útroknað okkara beinleiðis útlát, og hava sett okkum sum mál, at hetta skal minkast í minsta lagið við 55% áðrenn 20301.

1 við støði í útlátinum frá 2020.

Grøna umleggingin í bankanum
Vit røkka stevnumiðinum um at minka beinleiðis útlát við 55% við at leggja orkuskipanirnar í bygningum, húsum og bilum hjá Betri Banka um. Vit skifta til el-riknar orkuskipanir við tí fyri eyga, at SEV fer at náa sínum stevnumiði um at hava eina 100% grøna el-framleiðslu á landi í 2030. Bankadeildin í Miðvági hevur virkað sum royndardeild í grønu umleggingini. Har er jarðhiti lagdur inn og sólsellur lagdar á tekjuna og uttan á klædningin. Úrslitini frá framleiðsluni seinasta summar hava verið góð. Vit halda sólsellur vera eina sera spennandi orkuloysn, tí tær fremja orku, tá vindmyllurnar standa stillar. Hartil hava vit borað jarðhitahol til bygningin Yviri við Strond 4, umframt fingið hitapumpu á deildini á Tvøroyri og í nøkur frítíðarhús.

Okkara bilar verða skiftir út við el-bilar, men ikki fyrr enn tørvur er á at skifta bilarnar út kortini. Vit miða ímóti, at allir bilar okkara eru 100% elektriskir í 2030.

Tað er enn langt á mál
Hóast átøkini, sum longu eru sett í verk, skal nógv gerast afturat fyri at minka um beinleiðis útlátið við 55%. Vit eiga nógvar bygningar, ið enn brenna nógva olju og standa fyri størsta partinum av okkara beinleiðis útláti. Tað er orsøkin til, at vit ikki eru komin nærri at málinum. Nevnast kunnu bygningarnir í Sverrisgøtu og Yviri við Strond 2 í Havn, í Saltangará og í Klaksvík. Vit kanna í løtuni, hvussu vit best umleggja orkukeldur í hesum bygningunum, og vit samskifta við kommunurnar um umleggingarætlanir.

Tørvur er á einari greiðari heildarmynd av okkara umhvørvisávirkan fyri at arbeiða við burðardyggum 
loysnum í allari virðisketuni

Vit hava sett okkum sum mál at rokna CO2- útlátið frá okkara óbeinleiðis virksemi út.

Tað vil siga frá tænastum ella framleiðslum, ið vit nýta ella veita fyri at kunna virka. Útlátinum hava vit ikki beinleiðis ræði á, men vit kunnu í stóran mun ávirka tað. Hjá okkum fevnir tað í høvuðsheitum um:

Útlán og Íløgur
Okkara bygningarnar og bilar dálka lítið, tá vit samanbera tølini við eitt framleiðsluvirki. Men okkara tænasta er at lána pengar út til m.a. framleiðsluvirksemi, og harvið eiga vit ein part av hesum útlátinum. Útlát, ið stavar frá okkara útláni og íløgum, verður kallað tað fíggjaða útlátið. Frá roknskapinum hjá øðrum fíggjarstovnum vísir tað seg, at fíggjaða útlátið stendur fyri eini 98-99% av øllum útlátinum hjá fíggjarstovnunum (beinleiðis og óbeinleiðis).

Tað er ein avbjóðing at hava neyvar dátur fyri útlátinum, sum stavar frá okkara útláni til privat- og vinnukundar.

Vit hava onga orkumerkingarskipan í Føroyum, og harafturat er tað ein sera avmarkað nøgd av føroyskum virkjum, sum almannakunngera útlátstøl. Vit arbeiða tó miðvíst við at menna dáturnar og samstarva við okkara kundar og viðkomandi stovnar fyri at fáa eina betri dátugóðsku í lag.

Grønar tænastur til kundarnar
Seinastu árini hava vit bjóðað Grønt bústaðarlán til kundar, hvørs bústaður verður hitaður við varandi orku, Orkulán til kundar, sum gera orkuumvælingar á bústaðin og Grønt billán at fíggja el-bilakeyp. Rentan á lánunum er eitt vet lægri enn vanliga rentan. Til vinnukundar hava vit eisini nøkur lán, sum eru knýtt at arbeiði við burðardygd. Vit arbeiða miðvíst við at bjóða okkara kundum fleiri burðardyggar tænastur fyri at eggja teimum til at velja burðardyggar loysnir.

Tiltøk og átøk í 2023

Grøni bólkurin í bankanum skipar fyri átøkum og tiltøkum at menna burðardygdina í okkara dagliga virksemi. Arbeiðið fevnir víða; um alt frá at skifta orkukeldur til at skipa fyri starvsfólkatiltøkum, so sum ruddingarbingo og eplaveltu.

2023 var annað árið á rað, at starvsfólk hjá Betri Banka høvdu møguleika at velta epli saman við familjuni. Tiltakið er hugnaligt, og undirtøkan hevur verið góð bæði árini.

2023 vísti seg eisini at vera eitt sera gott eplaár. Tá alt var upptikið, taldust um 10 tons av føroyskt framleiddum eplum. Ein stuttflutt dygdarvøra.

Umframt eplaveltuna hevur grøni bólkurin í bankanum skipað fyri tveimum burðadyggum vikum í 2023, har serligur dentur hevur verið á burðadyggari matgerð í bankanum og at veita kunning um burðardygd til starvsfólk.

Minka um matburturkast

Størsti paturin av matburturkastinum í bankanum stavar frá køkinum Yviri við Strond 2 og í Sverrisgøtu í Havn. Skulu vit minka um matburturkastið, er neyðugt at leggja størri dent á burðardygd í matgerðini og at endurnýta so nógv av matinum sum gjørligt. Í dag borðreiður køkurin hvønn fríggjadag við ‘vikuni, ið fór’, og soleiðis verður maturin betur gagnnýttur.

Á heysti 2023 komu vit við í verkætlanina hjá Tórshavnar Kommunu og biogassverkinum, Førka, ið snýr seg um at skilja reint lívrunnið burturkast. Tað hevur minkað um nøgdina av burturkasti, sum annars hevði verið brent.

Førleikamenning

Vit hava ta sannføring, at saman røkka vit longri, og somu sannføring hava vit um burðardygd. Tað er umráðandi, at vit støðugt menna okkara førleikar á burðadygga økinum, so vit kunnu gerast burðardyggari og stuðla okkara kundum í grøna skiftinum. Hetta gera vit við áhaldandi at leita eftir vitan frá serfrøðingum um burðardygd, veðurlag og náttúru og harafturat luttaka í ymsum kervissamstørvum við øðrum fyritøkum og fíggjarstovnum.

Í ár hava vit m.a. havt vitjan av einum havfrøðingi í bankanum, sum greiddi frá um rákið tvørtur um Grønlands-Skotlands ryggin, og hvørjar broytingar vit síggja har, og hvussu hetta ávirkar vistskipanir á landgrunninum og reyðætið í dýpinum.

Í oktobur luttøk Grøni bólkurin í bankanum á náttúruráðstevnu, sum FNU fyriskipaði, fyri at vinna sær neyvari vitan um, hvussu tað stendur til í føroysku náttúruni - bæði á landi og í sjógvi.

Í desembur luttók okkara burðardygdarábyrgdari saman við umboðum frá fimm øðrum føroyskum virkjum á einum ‘Sustainable Business Accelator Trip’ til Íslands. Endamálið við túrinum var at deila vitan og fáa íblástur til, hvussu arbeiði við burðardygd kann skipast. Á túrinum vitjaði ferðaliðið fimm íslendsk virkir (BRIM, Landsbankinn, Iceland Air, Marel og Eimskip). Á vitjanini greiddu virkini frá teirra arbeiði við burðardygd.

2024

Aftur
Grein 10 av 26
Víðari