Bilvrak fáa nýtt lív á Glasi

Her er nógv virksemi, nógvir lutir og hugagóðir lærlingar. Vit eru á bilbreytini á Glasi
Á verkstaðnum eru fleiri opin akfør, sum fáa nýggjar deilir. Ein lærlingur stendur við ein bil og skrúvar uppá motorin. Á einum øðrum bili arbeiða lærlingar við bremsuskivunum.
At síggja til eru umstøðurnar góðar og nýmótans. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið.
Gamlir bilar geva ikki
nýggjastu vitanina
Tórolvur Samuelsen, leiðandi lærari á bilbreytini á Glasi, greiðir frá, at tað kann vera stríggið at finna fígging til at keypa motorar og amboð, sum eru nútíðarhóskandi. Av tí sama hava næmingar og lærlingar á bilbreytini partvíst arbeitt við eldri motorum, og hetta er ikki hóskandi hjá einum nútímans bilsmiði.
- Tøknin broytist støðugt, og bilsmiðirnir læra ikki nýggjastu tøknina, tá ið teir arbeiða við gomlum amboðum, sigur hann.
Tórolvur setti seg í samband við Betri Trygging og greiddi frá, at bilbreytin hevði tørv á nýggjari bilum, sum lærlingarnir kundu arbeiða uppá.
Á Betri Trygging vóru tey alt fyri eitt til dystin fús. Bæði tí tað er burðardygt at endurnýta skaddar bilar - og tí at hetta betrar um umstøðurnar hjá lærlingunum á Glasi.
Gott samstarv millum Glasir og Betri Trygging
Fróði Müller er bilsýnsmaður á Betri Trygging. Hann greiðir frá, at heldur enn at selja donskum fyritøkum ella øðrum áhugaðum bilarnar, sum eru vorðnir vrak, seta teir seg nú fyrst í samband við Glasir.
- Um bilbreytin er áhugað í bilinum, keypa vit bilin og lata teimum hann. Allir bilsýnsmenninir eru klárir at boða frá, um ein bilur kemur inn, sum kundi hóskað seg á bilbreytini á Glasi. Vit hugsa um Glasir fyrst. Samskiftið við bilbreytina er gott og støðugt, sigur Fróði Müller.
Umframt lærlingarnar eru tað eisini fleiri onnur, ið fáa ágóðan av breytini og stuðlinum. Bilbreytin hevur samstarv við Eysturskúlan og bilbreytina í NámX. Hesir næmingarnir eru á Glasi tveir dagar um vikuna.
- Nú hava vit latið Glasi tilsamans fimm bilar. Tríggir teirra eru settir í stand og standa nú á bilbreytini í heilum líki. Síðani er ein bilur, har motorurin er tikin úr og settur í eitt tilgjørt stativ, sigur Fróði Müller.
Fimti bilurin er júst komin á bilbreytina og avgerð er enn ikki tikin um, hvat skal gerast við hann.
- Men tað verður uttan iva okkurt, ið gagnar bæði lærlingunum og vitanini í Føroyum, slær Fróði Müller fast.