Betri Trygging gjørt stóra kanning saman við Ráðnum fyri ferðslutrygd:

Øll kenna onkran, sum koyrir rúskoyring

Betri Trygging
5 min at lesa
Lurta

Tá ið tað kemur til rúskoyring, eru broytingar at síggja bæði í hugburði og atburði í mun til fyri fáum árum síðani. Tað er greiða niðurstøðan í stórari kanning, sum Betri Trygging gjørdi saman við Ráðnum fyri ferðslutrygd í fjør

Fylgir tú við í miðlunum, hevur tú helst varnast støðugt vaksandi talið av søgum um, at løgreglan viku eftir viku tekur bilførarar, sum koyra ávirkaðir.

Tað gevur eina fatan av, at fólk í størri mun enn fyrr koyra ávirkað. Hetta setti Ráðið fyri ferðslutrygd sær fyri at kanna.  Saman við Betri Trygging varð stór kanning gjørd, og úrslitið varð lagt fram á aðalfundinum hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd, har júst rúskoyring var høvuðsevnið.

Svarini staðfestu varhugan
Jónhild Rasmussen, kundastjóri í Betri Trygging og nevndarforkvinna í Ráðnum fyri ferðslutrygd, legði kanningina fram á aðalfundinum hjá RFF í mai 2023.

Tað hevur í eina tíð verið ein vaksandi varhugi hjá øllum, sum onkursvegna eru knýtt at ferðsluni í Føroyum, at fólk í støðugt størri mun koyra ávirkað.

Á vári 2023 vórðu spurnarbløð send út til ung millum 18-24 ár, og 1559 fólk svaraðu. Kanningin er ikki vísindalig, men hon gevur kortini greiðar ábendingar um støðuna – og svarini staðfestu varhugan.

  • Hugburðurin er broyttur – og tað er atburðurin eisini
  • Øll kenna onkran, sum hevur koyrt rúsað/ur
  • Triði hvør hevur koyrt við rúsaðum førara
  • Menn hava ein leysari hugburð og atburð enn kvinnur
  • Ung hava ein leysari hugburð og atburð enn eldri
  • Av teimum, sum hava koyrt rúsað, hava flestu koyrt, eftir at tey hava drukkið
  • Fólk nýta eisini onnur rúsevni, men í nógv minni mun enn alkohol
  • Tey flestu eru tilvitað um, hvussu tey drekka og koyra, men nógv lata seg stýra av magakensluni og/ella impulsum

Hví koyrdi tú rúsdrekkakoyring?

  • Eg var sjafør, men vildi ikki verða hildin uttanfyri ballið.
  • Tvær øl gera ikki mun.
  • Eg skuldi ikki koyra so langt. Var í somu bygd.
  • Eg skuldi hava bilin við heim.
  • Tað var so stutt, og eg var ikki ávirkað, so tað burdi gingið.
  • Eg tímdi ikki at ganga heim.
  • Eg koyrdi ávirkaður, tí øll tey ungu gera tað. Eg gekk nógv í býnum fyrr – hvørt vikuskifti og onkuntíð eisini mitt í viku. Har sá eg, at tað var heilt ókey at koyra ávirkaður ella skít. Eg veit, at tað eru heilt nógv frá 18-23, sum koyra ávirkað. Tað er serliga rúsevniskoyring – tað er lættari at verða tikin og kannaður fyri rúskoyring, um man hevur drukkið – enn um man hevur nýtt rúsevni.
  • Eg hugsaði ikki.
  • Eg telji tímar. Fái mær ein lítlan og bíði so hálvanannan til tveir tímar.

Hví koyrdi tú rúsevniskoyring?

  • Eg skuldi heim.
  • Eg var vísur í, at tað tarnaði ikki mínum koyriførleikum.
  • Eg helt ikki, at ein guvur fór at ávirka meg.
  • Eg hugsaði ikki.
  • Eg vildi heim.
  • Eg skuldi heim og var bara milt rúsaður.
  • Eg var so svong. Burger King kallaði.
  • Eg skuldi í býin.
  • Eg hevði ongan annan møguleika.
  • Býttleiki. Eg hugsaði meg ikki um.

Úrslitini av kanningini samsvara væl við tað, løgreglan upplivir úti á vegunum. Talið á teimum, sum verða tikin fyri rúskoyring er í vøkstri - serliga millum ung! Hetta er eitt álvarsligt rák, og vit mugu taka avbjóðingina í álvara og fáa sett munagóð tiltøk í verk til tess at venda gongdini.

Við stóru kanningini hava vit staðfest varðhugan. Tey ungu hava nú sjálv sett orð á sína hugsan um rúskoyring.

Nú verður arbeitt víðari við, hvussu hugburðurin kann broytast aftur.

Tí tað er eingin ivi: eitt rúsað fólk hevur einki at gera í førarasetrinum.

Aftur
Grein 25 av 26
Víðari