
Marknaðarkunningar
3. hvønn mánað
Betri Pensjón veitir triðja hvønn mánað kundunum eina ókeypis tænastu. Eina marknaðarkunning, sum greiðir frá gongdini á íløgumarknaðinum, og hvat ymsu serfrøðingarnir vænta komandi tíðina
Tað er ikki eitt krav. Eingin hevur heldur biðið starvsfólkið á Betri Pensjón um at gera tað.
Men triðja hvønn mánað leggur Betri Pensjón av sínum eintingum eina marknaðarkunning út á heimasíðuna og á facebooksíðuna.
- Hetta er bara ein góð tænasta, sum greinar, hvat fólk kunnu vænta á íløgumarknaðinum. Hvat hendir í Amerika, og hvat hendir í Evropa, sum kann ávirka samansparingina, greiðir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, frá.
Tey ganga høgt uppí at fáa kunningina út skjótast til ber, so skjótt niðurstøðurnar fyri farna ársfjórðingin eru gjørdar, og tey kunnu staðfesta, hvussu gongdin hevur verið.
- Vit merkja, at tað er ein ávísur áhugi fyri hesum marknaðarkunningunum, tí triðja hvønn mánað eru altíð fólk, sum ringja og spyrja, nær kunningin verður løgd út, sigur Helgi L. Petersen.
Hann leggur dent á, at hóast frágreiðingin er gjørd við stórum nærlagni, skal hon ikki skiljast sum tilmæli frá Betri Pensjón -hvørki um at keypa, selja ella taka aðrar avgerðir út frá.
- Gongdin á virðisbrævamarknaðinum ávirkar pensjónsuppsparingina hjá okkara kundum, og tí vilja vit sjálvandi eisini veita teimum hesa tænastuna, har vit kunna um, hvussu tað gongur, og hvat tey kunnu vænta komandi tíðina, sigur stjórin í Betri Pensjón.