Upplýsing um náttúru­vernd í gerandis­degnum

Betri
4 min at lesa
Lurta

Týsdagin 3. oktober 2023 skipaði Føroya náttúru- og umhvørvisfelag fyri náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Ein væl vitjað og brúkaravinarlig ráðstevna, har føroyingar fingu høvið at læra um náttúruvernd í gerandisdegnum út frá einum føroyskum sjónarhorni

Yvir 300 luttakarar vóru í norðurlandahúsinum í fjør, tá Jón Kragesteen, formaður í Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, bjóðaði vælkomið. Síðani setti Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, ráðstevnuna. Ein stevna, sum út frá fleiri tættum, upplýsti um náttúrverndm, náttúru og sálarheilsu.

- Í dag er okkara lívs- og vælferðargrundarlag undir stórum trýsti orsakað av ovurnýtslu og óhóskandi framleiðsluhættum. Størsta avbjóðingin fyri okkara og komandi ættarlið verður tí at finna loysnir og leistir, sum í longdini kunnu tryggja bæði umhvørvið og vælferðina. Tískil er umráðandi við upplýsandi ráðstevnu fyri fólki í øllum aldri, greiðir Jón Kragesteen, formaður í FNU, frá.

Fyrilestrahaldararnir vóru úr Føroyum og Norðurlondum og greiddu m.a. frá náttúruverndarlógini, lívmargfeldi, náttúru og sálarheilsu og børnum og tilknýti teirra til náttúruna.

- Eitt er at vit sum felagsskapur arbeiða fyri at verja náttúruna, og tosa nógv við stovnar og myndugleikar. Tó hevur tað eins stóran týdning at hækka vitanarstøðið og tilvitskuna hjá vanliga fólkinum. Júst av hesi orsøk høvdu vit lagt okkum eftir, ikki bara at hava fyrilestar, men eisini verkstovur. Á hendan hátt gjørdist ráðstevnan meira livandi og brúkaravinarlig, greiðir Jón Kragesteen frá.

Ein av verkstovunum snúði seg um kompostskipan til størri brúk. Íblásturin til júst hesa verkstovu kom frá skúlanum við Løgmannabreyt, sum á heysti 2020 byrjaði at gera eina kompostskipan. Hetta hevði millum annað við sær, at allir næmingar skiltu rusk og lærdu um skipanina.

- Vit øll eiga eina ábyrgd; eisini yngra ættarliðið. Tí er tað okkara ábyrgd eisini at upplýsa tey um náttúruvernd, sigur Jón Kragesteen.

Ein onnur ráðstevna snúði seg um altjóða lívmargfeldissáttmálan. Ein sáttmáli, sum hevur nógv mál, sum skulu náast áðrenn 2030. Eitt nú hvussu vit skulu verja 30% av náttúru á landi og í havinum. Í júst hesum fyrilestri tóku vit útgangsstøði í føroyska veruleikanum.

Ráðstevnan, sum er hin størsta, sum FNU hevur skipað fyri, kravdi nógva fyrireiking og fígging.

- Vit eru sera takksom fyri, at Betri lat stuðul til ráðstevnuna. Náttúran hevur onga rødd, og tí tosar hon ikki sína egnu søk. Tað er umráðandi, at vit sum kunnu, gera tað – og ikki minst, at tey sum hava fíggjarliga orku, stuðla. Men tað er eingin sjálvfylgja, at soleiðis er. Tí halda vit, at tað er stórt, at Betri játtaði at stuðla okkum, sigur Jón Kragesteen at enda.

Aftur
Grein 8 av 26
Víðari