Fluttu fólk heim úr Ísrael

Betri Trygging
3 min at lesa
Lurta

Hóast almennir myndugleikar ikki mæltu til, at fólk vórðu burturflutt úr Ísrael, tá ið Hamas leyp á, gjørdi leiðslan í Betri Trygging kortini av at hjálpa føroyingum heim

Tíðliga á morgni tann 7. oktober 2023 hoyrdust skelkandi tíðindi á øllum tíðindapallum. Limir í yvirgangfelagsskapinum, Hamas, vóru farnir úr Gaza inn í Ísrael og høvdu framt eitt harðrent og eirindaleyst álop á sivilar ísraelar. Eisini vóru 5000 rakettir sendar móti ísraelskum býum. Rakettirnar raktu Tel-Aviv, Jerusalem og aðrar smærri býir kring Gaza. Óvissan og ótryggleikin vóru stór.

Um hesa tíðina vóru fleiri føroyingar og vitjaðu í Ísrael. Men frá degi til dags valdaði óvissa og ruðuleiki. Eingin visti, hvat var í væntu, og ótryggleikin var stórur.

Jónhild Rasmussen, kundastjóri í Betri Trygging, greiðir frá, at tað er umráðandi at handla skjótt í einari støðu, tá tað er kríggj.

-Vanliga dekkar ferðatryggingin bara, um almennir myndugleikar mæla til at fólk verða burturflutt. Tað gjørdu myndugleikarnir ikki í hesum føri, tí teir vildu bíða og vita, hvat fór at henda. Men okkara fremsta raðfesting er tryggleikin hjá kundunum. Tí bjóðaðu vit okkum kortini at hjálpa kundum, som vóru staddir í Ísrael heim til Føroyar, um teir ynsktu tað, sigur Jónhild Rasmussen.

Hon greiðir frá, at hóast myndugleikarnir ikki mæltu til burturflyting, var vandastøðan kortini álvarsom. Á Betri Trygging mettu tey seg ikki hava stundir til  at bíða eftir leiðreglum og almennum myndugleikum. Tað ráddi um at hjálpa her og nú.

- Fólk, sum vóru í Ísrael, vóru óttafull og skelkað. Eingin visti, um vandin var av, ella um fleiri álop fóru at koma. Samstundis sótu familjur og avvarðandi í Føroyum og vóru ræðslusligin og stúrin um teirra nærmastu. Av tí at óvissan var so mikið stór, kundi tað knappliga gerast trupult at sleppa úr landinum. Tí gjørdu vit skjótt av og bjóðaðu okkum til at hjálpa, sigur hon.

-Fleiri tóku av tilboðnum og øll vóru sera takksom fyri hjálpina, sum tey fingu. Ferðatryggingin fevnir eisini um sálarfrøðiliga kreppuhjálp, og tað vóru somuleiðis fleiri, sum tóku av tí tilboðnum, sigur kundastjórin í Betri Trygging.

Aftur
Grein 14 av 26
Víðari