Kundar og samfelag

Betri Banki
6 min at lesa
Lurta

Betri Banki er til fyri allar føroyingar. Vit leggja dent á at veita øllum okkara kundum kring landið góða ráðgeving við tí fyri eyga, at teir fáa eina haldgóða fíggjarstøðu. Vit skipa fyri mongum tiltøkum á hvørjum ári, sum eru ætlað kundum í øllum aldursbólkum. Harumframt stuðla vit barna- og ungdómsarbeiði hjá ítrottar- og mentanaðarfelagsskapum kring landið

Vit stuðla børnum og ungum
Ítrottar- og mentanarfelagsskapir hava stóran týdning fyri trivnaðin í Føroyum, og hvørt ár lata vit stórar upphæddir í stuðli til felagsskapir kring allar Føroyar. Vit leggja okkum eftir at stuðla børnum og ungum og eftir, at stuðulin skal koma so nógvum sum gjørligt til góðar. Harumframt stuðla vit átøkum hjá børnum og ungum við ryggsekkjum, endurskinum, húgvum og líknandi.

Vit stuðla føroyskum tónleikarum
Á hvørjum ári skipa vit fyri upp ímóti 20 tiltøkum av ymiskum slagi kring landið. Vit vilja geva so mongum føroyingum, sum til ber, møguleika at vera við til tiltøkini. Vit biðja ymiskar føroyskar tónleikarar um at spæla til tiltøkini, og soleiðis eru vit við til at stuðla føroysku tónleikarunum fíggjarliga. Millum annað spældi orkestrið, Ælabogin, uttan fyri okkara deild í miðbýnum í Havn, tá Jólaskipið legði at bryggju í desembur 2023.

í 2023 stuðlaðu og skipaðu vit fyri 30 tiltøkum kring landið fyri:

  • børnum og ungum
  • lesandi og lærlingum
  • vaksnum
  • pensjónistum

Í teimum førum, tað var viðkomandi, vístu vit á góð ráð og kunning um fíggjarviðurskifti við støði í tiltakinum og luttakarunum.

Hesi tiltøkini vóru millum annað:

  • á Sandi
  • á Kambsdali
  • í Vestmanna
  • í Havn
  • á Toftum
  • í Miðvági
  • í Klaksvík

Gávur til børn og ung úr endurnýtslutilfari
Tá vit geva okkara kundum gávur, leggja vit okkum eftir, at gávurnar eru so burðardyggar, sum til ber, og at góðskan er góð. Verkstaðið Vón hevur gjørt okkum fleiri av gávunum, sum allar eru úr endurnýtslutilfari. Fyri at eggja børnum og ungum til at spara saman, geva vit teimum eina gávu, tá tey seta pening á uppsparingarkontuna.

Atkomulig ráðgeving og tænastur
Betri Banki er til fyri øll, og tí skulu okkara tænastur vera lætt atkomuligar hjá øllum okkara kundum. Tí arbeiða vit miðvíst við at talgilda mannagongdir, soleiðis at kundarnir spara tíð og orku og kunnu avgreiða síni bankaørindi heimanífrá. Samstundis hava allar okkara deildir framvegis opið frá mánadegi til fríggjadag, soleiðis at kundar kunnu avgreiða bankaørindi og koma inn til prát, tá tørvur er á tí.

Ráðgeving við hondina og lætt at samskifta við
Vit brúka okkara vangar á sosialu miðlunum til at geva okkara kundum góð ráð og kunning um eginbúskap. Vit stremba eftir at vera gjøgnumskygd og sonn í okkara samskifti. Soleiðis kunnu vit geva okkara kundum góð ráð um, hvussu teir kunnu spara pening, leggja útreiðslur til rættis, tosa við síni børn um pengar, gerast burðardyggari, samstundis sum tey spara pening, og mangt annað. Við sosialu miðlunum røkkur ráðgevingin víðari, soleiðis at okkara kundar ómakaleyst fáa íblástur til eina haldgóða fíggjarstøðu, uttan at teir hava fyri neyðini at ringja til okkara ella vitja eina av okkara deildum.

Endamálið er at geva íblástur 
til eina haldgóða fíggjarstøðu

Vit leggja okkum eftir at skipa fyri tiltøkum og átøkum, sum koma øllum okkara kundum til góðar uttan mun til aldur og bústað. Samstundis leggja vit okkum eftir at geva kundunum góð ráð um, hvussu teir kunnu spara pening, gerast meira tilvitaðir um nýtslu og harvið leggja lunnar undir eina haldgóða fíggjarstøðu.

Nøkur av okkara tiltøkum og átøkum seinasta árið hava verið, at vit hava vitjað eldrafeløg og verið við á Eldra degnum. Vit hava vitjað og fingið vitjan av nærum øllum miðnámsskúlum í Føroyum, og allir okkara ráðgevar hava verið á skeiði í, hvussu vit handfara kundar, sum eru bundnir av spæli.

Eisini hava vit gjørt eina røð av filmsbrotum, sum snúgva seg um íløgur, og sum hava til endamáls at geva okkara kundum tær bestu fortreytirnar fyri at taka skilagóðar og grundaðar avgerðir, áðrenn teir fara undir at gera íløgur.

Harumframt hava vit gjørt nakrar poddar saman við Kvinnu, sum snúgva seg um eginbúskap, børn og pengar, bústað og íløgur. At enda hava vit, saman við hinum føroysku peningastovnunum, tikið stig til at fáa umsett alt tilfarið frá donsku verkætlanini, Pengeuge, til føroyskt. Tað merkir, at 7. og 9. flokkar í Føroyum eftir ætlan fáa búskap á tímatalvuna komandi skúlaár og frameftir.

Aftur
Grein 23 av 26
Víðari