Nýbrot í føroyskari gøtubygging

Í fjør varð fyrsta føroyska sherpatrappan bygd í norðara parti av Suðuroynni. Verkætlanin at byggja trappuna hevur fyrst og fremst víst, at tað ber væl til at gera sherpatrappur í Føroyum. Gróttrappan krevur einki viðlíkahald og er tí ein framtíðartryggjað loysn fyri gøtur í brattlendi
Í Suðuroynni í niðaragongdini frá Grindini oman í Hvannhaga stendur ein serstøk trappa. Hon er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Sherpatrappa eitur slagi.
Sherpatrappur eru eitt vælkent fyribrygdi í Norra, har sherpafólk úr Himalaiafjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi. Hesin háttur at gera trappur hugtók Tvøroyrar Kommunu. So nógv, at tey í fjør avgjørdu at lata slíka trappu byggja.
- Vit settu okkum í samband við Geirr Vetti, fjallabónda og snikkarameistara í Norra.
Hann er partur av norsku fyritøkuni Stibyggjaren AS, sum hevur nógvar royndir við at byggja sherpatrappur. Uttan at ivast játtaði hann at koma, greiðir Lasse Jensen, málsviðgeri í Tvøroyrar Kommunu, frá.
Tvøroyrar Kommunu avger at trappan skal vera í Hvannhaga. Orsøkin er, at júst Hvannhagi er væl vitjaður ferðastaður av bæði føroyingar og útlendingar. Hagin liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Umframt tað, er Hvannhagi kransaður av steyrrættum fjallalíðum, og tískil slepst bert oman í tveimum støðum. Niðaragongdin frá Grindini er lættasta atgongd, men júst tann gongdin hevur verið í ringum standi, orsakað av sliti av vitjandi.
- Hetta økið er so sermekt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni, og tí hevði tað verið spell, um júst hesin vegurin bleiv alt ov slitin og forfallin, sigur Lasse Jensen.
Tað var ikki bara sum at siga tað at seta gongd í slíkt arbeiði. Grótið skuldi flúgvast við tyrlu umleið ein kilometur. Tað syrgdi tyrlumanningin hjá Atlantic Airways fyri. Nógvar túrur aftur og fram frá reinsiverkinum á Rananum og til Grindina niður í Hvannahaga. Og so var tað hin parturin, sum var at byggja sjálva trappuna. Tað varð gjørt við handamegi og tók arbeiðsfólkunum eina viku at gera.
- Av tí at hetta er fyrsta sherpatrappan í Føroyum, verður hon enn mett sum ein royndarverkætlan. Bæði Tvøroyrar Kommuna og Stibyggjaren a/s hava lært nógv av tilgongdini í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð, at teir gera eina trappu í grótslagnum basalt, sum hevur heilt serligar avbjóðingar við sær. Tað er eisini fyrstu ferð at grótið er flutt við einari bjargingartyrlu, í mun til í Norra, har tað eru arbeiðstyrlur, ið verða brúktar til endamálið.
Lasse Jensen, málsviðgeri í Tvøroyrar Kommunu, vísir á, at stuðulin frá Betri hevur havt avgerðandi týdning fyri verkætlanina.
- Tær 300.000 krónurnar, sum vit fingu í stuðli frá Betri, vóru ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at verkætlanin bleiv til veruleika, og tí eru vit sera takksom fyri stuðulin. Hetta fer uttan iva at kasta nógv gott av sær. Verkætlanin hevur fyrst og fremst víst, at tað ber væl til at gera sherpatrappur í Føroyum. Gróttrappurnar fella væl inn í lendið og eru ein framtíðartryggjað loysn fyri gøtur í brattlendi, har nógv fólk ganga. Og so krevur hetta jú einki viðlíkahald, so tað kann ikki vera nógv betri, sigur Lasse Jensen, málsviðgeri, at enda.