Kvinnur tosa (ikki) um pensjón

Betri Pensjón
3 min at lesa
Lurta

Í 2023 hevði Betri Pensjón eitt slóðbrótandi samstarv við Kvinnu, tá ið tríggir poddar um kvinnur og pensjónsvirðurskifti vórðu lagdir út. Hetta er eitt gott høvi at kunna um peningaviðurskifti á pensjónsárum – og har vita vit jú, at kvinnur eru munandi verri staddar enn menn, sigur Guðrun L. Joensen, pensjónsráðgevi á Betri Pensjón

Føroyskar kvinnur hava munandi minni at liva fyri um mánaðin, tá tær fara á pensjón. Orsøkin er einføld: Tær fáa sum heild munandi minni í pensjónssamansparingina. Kanska tí tær sum heild forvinna minni, kanska tí tær í størri mun arbeiða niðursetta tíð, ella tí tær - ofta í fleiri førum - eru í barnsburðarfarloyvi. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, men úrslitið er greitt.

Tí gjørdu Betri Pensjón og blaðið Kvinna av at gera samstarv um eitt nýtt poddvarp, sum eggjar kvinnum at seta seg inn í – og tosa um - pensjónsviðurskiftini.

Vertirnir eru Annika Kunoy Im og Tóra Effersøe Mortensen, sum báðar starvast á Kvinnu, og frá Betri Pensjón vóru tað Guðrun L. Joensen, pensjónsráðgevi, og Helgi L. Petersen, stjóri, sum greiddu frá.

- Gjøgnum hesar poddarnar kava vit í evnið “pengar” við eini vón um, at vit fáa svar uppá spurningarnar, sum vit ofta ikki tora at spyrja. Vit vóna, at vit gerast klókari um okkara egnu viðurskifti og standa á einum sterkari økonomiskum grundvølli við betri vitan og fortreytum, sigur blaðið Kvinna á heimasíðuni.

Tríggir poddar um pensjón
Í trimum pørtum tosa kvinnur um pensjón. Eitt evnið, sum kvinnur ikki tosa nóg nógv um, hóast tað er eitt týdningarmikið evni, sum hevur stóra ávirkan á liviumstøðurnar hjá kvinnum, tá ið tær fara av arbeiðsmarknaðinum.

- Tað er so týdningarmikið, at kvinnur taka tilvitaðar avgerðir um sína pensjón. Men hetta er ikki eitt evni, føroyskar kvinnur tosa so nógv um. Tað er sannlíkt eisini ein av orsøkunum til, at kvinnur hava munandi verri liviumstøður, enn menn, tá ið tær fara á pensjón.

Fyrsti parturin snúði seg júst um munin millum kynini. Í øðrum parti sluppu vit við, tá ið ein kvinna fór á fund við ein pensjónsráðgeva og í triðja parti var evnið: Hvat kunnu vit gera við problemið?

Vit vita væl, at pensjónin ikki er nakað, fólk ganga og hugsa um dagliga. Men tað hevur kortini týdning, at vit tosa um hana og eru tilvitað. Hesir poddarnir vóru eitt gott høvið hjá okkum at kunna breitt um hesi viðurskiftini, sigur Guðrun L. Joensen, pensjónsráðgevi.

Hoyr røðina á kvinna.fo

Aftur
Grein 26 av 26