Eitt burðardygt arbeiðspláss við trivnaði og motivatión í miðdeplinum

Betri Banki
7 min at lesa
Lurta

Í Betri Banka byggja vit okkara virksemi á eitt burðardygt grundarlag. Tað merkir, at vit ynskja at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og eru motiverað.
Ein týðandi liður í at tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi er at gera regluligar trivnaðarkanningar og at arbeiða við úrslitinum, og á tann hátt royna at tryggja góðan trivnað á øllum deildum. Harumframt verða starvssamrøður regluliga framdar, og endamálið við teimum er, at leiðari og starvsfólk samskifta um trivnað, førleikar og motivatión í gerandisdegnum hjá hvørjum einstøkum starvsfólki.
At tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi er somuleiðis ein liður í at skapa eitt sálarliga gott arbeiðsumhvørvi, har málið er, at starvsfólk ikki verða strongd av sínum dagliga arbeiði í Betri Banka

Fleksibult arbeiðspláss við rúmi fyri raðfesting millum arbeiðslív og privatlív
Í Betri Banka hava vit ein jaligan hugburð til at vera eitt fleksibult arbeiðspláss. Tað vil siga, at starvsfólk - eldri sum yngri - á skynsaman hátt og við støði í tørvinum á deildini og hjá einstaka starvsfólkinum, saman við sínum leiðara kunnu finna loysnir til arbeiðstíð og arbeiðsstað, soleiðis at frítíðarlív, familjulív og arbeiðslív kunnu sampakka á best møguligan hátt fyri starvsfólkið.

Gjøgnum dagligt arbeiði, nýggjar skipanir, undirvísing, skúla og skeið menna starvsfólk áhaldandi sínar førleikar, soleiðis at tey hava rættar førleikar at røkja sínar uppgávur og veita kundunum rætta og góða tænastu, ið kann tryggja nøgdar og loyalar kundar.

Tað er umráðandi fyri okkum sum arbeiðspláss at stuðla starvsfólkunum í at hava fokus á sína heilsu. Seinasta árið hava vit bjóðað heilsukanningar og ergonomiska vegleiðing við støði í arbeiðsstaðnum hjá hvørjum einstøkum starvsfólki. Eisini er maturin, vit borðreiða við, í stóran mun heilsugóður.

Starvsfólk fáa regluliga undirvísing í fyrstuhjálp, tí vit halda tað vera ein týdningarmiklan førleika at hava sum starvsfelagi og samfelagsborgari sum heild.

Hvørt ár tekur Betri Banki næmingar inn. Tað hevur stórt virði fyri okkum sum arbeiðspláss, tí ungir og eldhugaðir næmingar eru ein liður í áhaldandi at menna bankan, umframt at vit eru við til at útbúgva og menna ungdómin í Føroyum.

Í septembur 2023 byrjaðu sjey næmingar hjá okkum. Eftir ætlan verða teir lidnir í 2025.

Í 2023 settu vit seks næmingar í fast starv eftir lokna næmingatíð. Tað eru allir næmingarnir frá tí árganginum.

Í 2023 høvdu vit tvey starvsfólk í lestrarstarvi. Tað vil siga, at tey arbeiða nakrar tímar um vikuna, samstundis sum tey eru knýtt at einum hægri lærustovni.

Ein fjølbroyttur
starvsfólkahópur

Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkahópurin er settur saman av ungum sum eldri, av starvsfólki við ymiskum førleikum, og at bæði kynini eru umboðað. Tað er ein styrki, tí ymiskleikin í starvsfólkahópinum ger, at vit kunnu styrkja okkara støðu við at menna tænastur og veita kundum í ymiskum aldri og ymiskum lívsstøðum góða og skikkaða ráðgeving.

Aftur
Grein 17 av 26
Víðari