Endurnýtsla, tá ið skaðin rakar

Betri Trygging
3 min at lesa
Lurta

Eitt av strategisku sporunum hjá Betri Trygging snýr seg um burðardygd. Ein av bestu mátunum at arbeiða burðardygt er at endurnýta tað, sum framvegis er ov gott at blaka burtur. Tvey av økjunum, har Betri Trygging leggur dent á endurnýtslu, eru innan bilskaðar og telefonskaðar

Endurnýtsla
Burðardygd snýr seg um, at vit ikki troyta tilfeingið á jørðini meira, enn jørðin megnar. Tað snýr seg um, at vit gevast við at framleiða lutir, sum vit síðani bara blaka burtur. Tað snýr seg um at endurnýta og bøta tað, sum enn er gott, og sum tí saktans framvegis kann nýtast.

Betri Trygging arbeiðir støðugt við at menna burðardyggar loysnir, tá ið skaðar skulu gerast aftur. Tað gera vit av trimum orsøkum: fyri at verja jørðina móti ovurnýtslu, fyri at minka um okkara egnu CO2 fótaspor og fyri at møta krøvunum hjá okkara sera tilvitaðu kundum, sum ynskja burðardyggar og grønar loysnir.

Bilar
Hóast ein bilur ikki riggar, sum hann skal, merkir tað ikki, at allir lutirnir í honum eru oyðilagdir ella ikki kunnu nýtast. Tað eru sannlíkt hópatals lutir, sum eru í fínasta standi, hóast bilurin ikki koyrir – ella staðfest verður, at hann er vrak.

Men góðu lutirnir í einum slíkum bili hava jú júst sama nýtlsuvirði sum spildurnýggir lutir, tá ið teir verða nýttir sum eykalutir í eini umvæling.

Í trý ár hevur Betri Trygging endurnýtt eykalutir, og tað hevur eydnast sera væl. Bæði verkstaðir og kundar hava tikið væl ímóti skipanini.

Nú hava vit tikið enn eitt fet á burðardyggu leiðini við eisini at nýta somu skipan í sambandi við telefonskaðar.

Telefonir
Tí tað sama er jú galdandi við telefonum. Hóast ein telefon er óvirkin – eitt nú um skermurin er brotin – merkir tað ikki, at restin av telefonini ikki kann gagnnýtast.

Á verkstaðnum hjá Føroya Tele, sum er góðkendur Apple- og Samsungverkstaður, leggja tey dent á at umvæla telefonirnar í staðin fyri at keypa nýtt, um tað er møguligt.

Tí kanna tey í fyrstu atløgu, um skaddar telefonir kunnu gerast aftur við eykalutum. Kann skadda telefonin ikki gerast aftur, verður hugt at, um til ber at fáa eina sama slag telefon í býti. Tað vil siga, at til ber at fáa eina telefon av sama slagi, somu stødd og sama liti í býti fyri ta skaddu.

Seinasti møguleikin er, at kundin fær eina spildurnyggja telefon fyri ta skaddu.

Soleiðis kann eisini eitt tryggingarfelag arbeiða við endurnýtslu – og minka um keyp-og-blaka-burtur hugburðin.

Aftur
Grein 11 av 26
Víðari