Veðurlagsvirðislønin frá Betri Pensjón

Betri Pensjón
3 min at lesa
Lurta

Hvørt ár letur Føroya lærarafelag veðurlagsvirðisløn til ein skúla, deild, flokk ella bólk, sum hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og royndir at finna loysnir. Í fleiri ár hevur Betri Pensjón latið vinningin

Tað vóru næmingar á serbreytini í skúlanum við Løkin, ið vunnu virðislønina í 2023. Tey hava gjørt eina eplaveltu, sum er taðað við ull. Ullin er hentað í fjøllunum, so tjøldrini ikki koma í rasshaft av henni. Um tey funnu leysa ull aðrastaðni, tóku tey hana eisini við á skúlan.

- Ullin ger, at eplini vaksa skjótari og betri, segði Jóan Jakku Johannesen, sum er næmingur á serbreytini við Kringvarpið, eftir at virðislønin varð latin.

Eisini hava tey bæði hønur, dunnur og vaktlar, sum fáa matrestir dagliga. Soleiðis minka tey eisini um matoyðsl. Hønurnar verpa egg, sum næmingarnir kunnu brúka til matgerð.

Jóan Jakku greiddi í samrøðuni frá, at hann hevur ábyrgd av hønunum, og at hønurnar eru blivnar so spakar, at tær koma rennandi, hvørja ferð tey koma út til tær.

Ernir gevarar
Helgi L. Petersen er ikki í iva, tá hann verður spurdur um, hví Betri Pensjón ár um ár letur hesa virðislønina.

- Vit vita, at ungdómurin gongur á odda fyri broytingum kring heimin. Tí vildu vit fegin stuðla átakinum. Síðani virðislønin varð handað á fyrsta sinni, hevur Betri Pensjón latið vinningin, sum er 25.000 krónur, hvørt ár.

- Tað eru sjálvandi nógv góð ting, sum man kann stuðla. Men at stuðla børnum og ungum, sum hugsa nýtt og burðardygt og vilja slóða fyri at minka um veðurlagsavbjóðingar, tað er altso ein góð søk, heldur stjórin í Betri Pensjón.

Peningurin, sum vinnarin fær, skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við burðardyggum loysnum á veðurlagsavbjóðingum.

Frá serbreytini í skúlanum við Løkin frætta vit, at peningurin skal nýtast til at byggja eitt drívhús, har tey ætla at dyrka rabarbur, jarðber og gularrøtur.

Hetta er ein frálík ætlan, og vit ynskja teimum góða eydnu við arbeiðinum víðari.

Aftur
Grein 12 av 26
Víðari