
Fyrikomandi.
Áhugað.
Álítandi.
Gomlu virðini hjá Betri Trygging vórðu í 2023 tikin fram, støvað av og viðgjørd. Ígjøgnum alt árið arbeiddi starvsfólkið við, hvat tað merkir at vera ”fyrikomandi, áhugað, álítandi” – og tað gav nakrar góðar hugleiðingar og orðaskifti um, hvørji atferð vit skulu stremba eftir
Á nógvum starvsplássum eru virðini nøkur orð, sum eru rammað inn og hanga á einum veggi onkustaðni.
Men fyri starvsfólkini í Betri Trygging eru virðini hjá felagnum væl og virðiliga gjøgnumarbeidd og ein natúrligur partur av gerandisdegnum.
Verkstovur um virðir
Tað var HR-deildin, sum tók stig til, at virðini í størri mun skuldu merkjast í okkara atferð.
- Endamálið við virðunum er jú at nýta tey til at styðja seg til í gerandisdegnum. Tey eru eitt mál, sum vit støðugt kunnu arbeiða fram ímóti og soleiðis gerast meiri professionell, greiðir Rannvá Justinussen, HR-leiðari hjá Betri Trygging frá.
Tí skipaði HR-deildin fyri verkstovum um virðini. Endamálið var at seta orð á, hvussu kundin, starvsfelagar og samstarvspartnarar skulu kunna merkja, at vit stremba eftir at vera fyrikomandi, áhugað og álítandi, sum virðini siga.
Rannvá Justinussen greiðir frá, at starvsfólkini hjá Betri Trygging hava sera ymisk arbeiðsøki og sera ymsar uppgávur. Tey flestu eru dagliga í beinleiðis sambandi við kundan, meðan onnur arbeiða handan leiktjøldini við KT og support, hagtalsgreining, marknaðarføring, roknskapi ella øðrum.
Tað er tí ymiskt, hvussu vit í gerandisdegnum kunnu draga virðini inn í okkara arbeiðslag og okkara arbeiðsdag - og tí var neyðugt at arbeiða enn meiri við virðunum.
- Alt, sum starvsfólkini komu við á verkstovunum, varð samanskrivað, og tá ið avtornaði, høvdu vit fingið fimm ítøkilig punkt at arbeiða víðari við, sum beinleiðis skuldu endurspeglast í okkara atferð, sigur HR-leiðarin.
Men arbeiðið var ikki liðugt enn.
Tí eftir hetta varð farið undir at viðgera, hvussu hesi fimm arbeiðspunktini skuldu koma til sjóndar í mátanum, vit eru mótvegis øðrum.
Deildardagur og víðari arbeiði
Ein felags deildardagur var settur á skrá. Har vórðu virðini enn betur útbreidd. Framløgur frá starvsfólki, samrøður við starvsfólk og ein neyv frágreiðing frá einum kunda, vístu okkum, hvat vit gera gott, og hvat vit kundu gjørt betri.
Eftir deildardagin hava deildirnar arbeitt víðari við virðunum hvør sær.
- Úrslitið av hesum síggja vit í dag, nú onkur deild hevur ment sínar førleikar til greiðari samskifti, onkur hevur ment eitt neyvari arbeiðsamboð í sambandi við kundasamrøður, og sum heild hava vit tikið til eftirtektar, hvussu vit kunnu gerast betri, sigur HR-leiðarin á Betri Trygging.