
Skúvoy er eitt gott barometur fyri fuglalív
Skúvoy er vorðin serliga kend fyri sítt ríka og fjølbroytta fuglameingi, og fuglateljingin í oynni er mett at vera eitt barometur fyri føroyska fuglalívið sum heild. Tí hevur júst teljingin í Skúvoy stóran týdning fyri arbeiðið við at kanna umhvørvið og djóralívið í Føroyum
Gjøgnum fleiri áratíggju hava føroyingar og útlendingar skipað fyri fuglateljing - serliga í Skúvoy. Seinast var í fjør, tá ið tríggir danir og ein fraklendingur komu til oynna at telja fugl. Ein av dønunum er Ivan Olsen. Stóri áhugi hansara fyri fuglateljing í Skúvoynni byrjaði fyri yvir 20 árum síðani. Og í 2001 skrivaði hann spesiali um júst fuglateljing í Skúvoynni. Tí var tað serliga áhugavert hjá honum at koma út aftur í oynna at telja fugl.
Eitt, sum hevði stóran týdning fyri fuglateljararnar, sum fóru út í Skúvoynna at telja, var, at bygdarfólkið skuldi vera við í tilgongdini. Tey løgdu seg eftir at brúka bygdarfólkið í so stóran mun, tað bar til; bæði við húsaleigu og bátaleigu. Tey gjørdu nógv fyri at tryggja, at arbeiðið ikki skuldi kunna skýrast at vera sokallað “tyrluvísind”. Tað er, tá ið granskarar flúgva inn og út, meðan bygdarfólkið einki fær at vita. Soleiðis skuldi tað í øllum førum ikki vera. Áðrenn teljingin fór í gongd, skipaðu tey fyri kunningarfundi í skúlanum. Har varð væl møtt. At kalla alt bygdarfólkið kom á fundin.
Tey, sum vóru við til teljingina, eru nú í holt við at skriva eina vísindagrein til eitt altjóða tíðarrit. Eitt frambrot í føroyskari fuglateljing, tí ongantíð áður hevur verið nóg mikið av fígging til at geva vísindaligt tilfar út. Ikki fyrr enn í fjør, tá ið Betri Stuðul játtaði at stuðla.
Fuglateljing í Skúvoynni hevur stóran týdning, tí hon onkursvegna er eitt barometur fyri fuglalívið í Føroyum. Av tí at Føroyar liggja fjarskotnar mitt í Norðuratlantshavinum, kunnu fuglateljingar siga nógv um støðuna í Norðurlondum sum heild. Serliga tá ið talan er um at skráseta ferðafugl. Her eru týðandi upplýsingar um ferðamynstur, og hvussu hesi fuglasløg annars liva.
Ein týðandi partur av vísindagreinini er sjónarhornið hjá bygdarfólkinum. Fuglateljararnir gjørdu tí seks samrøður við skúvoyingar. Soleiðis fingu teir innlit í, hvat skúvoyingar halda um fuglalívið - og hvussu tað broytist. Hetta kemur eisini við í vísindagreinina, og tað er somuleiðis í tráð við meginreglur í altjóða náttúruverndararbeiði. Bygdarfólkið í Skúvoy er jú í roynd og veru fremsta verjan av náttúruni har.
Longu nú geva teljingarnar ábending um, at stórar broytingar eru hendar seinastu 60 árini. Men júst hví - og hvørja ávirkan tað hevur - fara vit at hoyra meira um seinni, tá ið vísindagreinin kemur út.
Stuðulin frá Betri hevur havt stóran týdning fyri arbeiðið. Uttan stuðulin hevði hetta ikki borið til, siga fuglateljararnir. Hóast eingin fekk løn, so var hetta nóg mikið til at gjalda allar praktiskar útreiðslur í sambandi við fuglateljingina, siga vælnøgdu fuglateljararnir at enda.