Evy Jacobsen, stjóri í Betri P/F:

Tað er ein skylda at lata burtur av yvirskotinum

Betri
4 min at lesa
Lurta

Hyggja vit at raðfestingunum, hevur Betri hevur fyrst og fremst skyldu til at reka sínar fyritøkur á ein skynsaman hátt, soleiðis at tær, hvør í sínum lag, hava fíggjarligu styrkina til at lofta framtíðar avbjóðingum.
Tá ið tað gongur væl, ja, so er tað eisini ein skylda at lata burtur av yvirskotinum. Tí er málið tvíbýtt: í fyrsta lagi skal tað vera yvirskot – og í øðrum lagi skal yvirskotið koma limunum og føroyska samfelagnum til góðar

Stundum er torført at finna javnvágina, tí fyritøkan skal vera sterk og standa seg væl. Men hvussu sterk skal hon vera, og hvussu væl skal hon standa seg?

Málið er eisini at lata eigarunum aftur av yvirskotinum. Men hvussu skal man lata aftur, fyri at tað skal gagna best? Og hvussu stóran part av yvirskotinum skal man lata?

Ein máti er at lata góðu gongdina koma kundanum beinleiðis til góðar. Tað verður eitt nú gjørt við Limakrónunum. Ein skipan, sum var sett í verk í 2022, og sum hevur við sær, at limirmir í felagnum fáa 10% útgoldið av tí, sum teir hava rindað í tryggingargjøldum.

Ein onnur loysn er Betri Stuðulsgrunnurin.

Í fleiri ár var stuðulin 5 milliónir kr. árliga. Síðani hækkaði hann upp í 10 milliónir, og seinastu árini hevur hann verið 30 milliónir kr. árliga. 30 milliónir, sum koma kundunum – og samfelagnum annars – til góðar á ymsan hátt.

Betri Stuðul – størri enn A. P. Møller Fonden

Tað eru nógvir grunnar, sum føroyingar kunnu søkja pengar úr. Teir størstu og kendastu eru helst A.P. Møller Fonden og TrygFonden. Men samanbera vit hesar grunnar við Betri Stuðul, ja, so letur Betri lutfalsliga munandi meir, um vit hugsa um fólkatalið.

Meðan TrygFonden letur 111 kr. fyri hvønn íbúgva og A.P. Møller Fonden letur 350 kr fyri hvønn íbúgva, letur Betri Stuðul heili 550 kr. fyri hvønn íbúgva. Altso munandi meiri enn størstu donsku grunnarnir.

Tað er ikki av tilvild.

Vit í Betri eru fullgreið yvir, at Betri samtakið er ein sterkur leikari í føroyska samfelagnum. Tíbetur er full semja í bæði nevnd og umboðsráði um, at Betri skal leggja seg eftir at vera ein viðleikari.

Ein, sum veruliga ger mun og togar rættan veg.

Tí stuðlar Betri á trimum neyvt útvaldum økjum; nevniliga verkætlanum, sum skapa tryggleika, fyribyrgja sjúku og gagna samfelagnum. Vit stuðla framtakssemi og munagóðum átøkum - oftast í samstarvi við fakkunnleikan á økjunum.

Umframt tey trý høvuðsøkini hugsa vit eisini um at stuðla føroyskari mentan, burðardygd og vitan - í øllum landinum.

Tað er jú einans ein grunnur í allari verðini, sum bara stuðlar í Føroyum. Tað er einans ein, sum bara hevur føroyskar verkætlanir sum endamál. Og tað er einans ein, sum miðvíst vil arbeiða við at betra føroyska samfelagið.

Tað er Betri Stuðul.

30 milliónir árliga eru øgiliga nógvir pengar. Men vit himprast ikki. Tað, sum vit lata, gagnar føroyska felagsskapinum, sum vit øll eru ein partur av.

Og í einum felagsskapi er tað so, at tey, sum eru sterk, hava skyldu at styrkja onnur.

Júst sum Betri miðvíst arbeiðir við at gera.

Grein 1 av 26
Víðari