Enn betri
heim

Betri Heim
3 min at lesa
Lurta

Betri Heim
Betri Heim rekur øðrvísi virksemi enn restin av Betri familjuni. Í Betri Heimi selja vit fastogn, og hóast vit ikki eiga vøruna sjálv, men umboða seljaran í sambandi við søluna, so vilja vit eisini geva okkara til at gerast orku - og umhvørvisvinarligari.

Orkumerkt sethús
Vit vildu fegin sett orkumerki á sethúsaognirnar, ið vit selja. Í londum kring okkum finnast orkuskráir, har sethúsaognir verða orkumerktar. Slík skrá finst ikki í Føroyum enn, men er politiskur vilji til tess, bjóða vit í Betri Heimi eini slíkari skrá vælkomnari og vilja gera okkara fyri at orkumerkja føroysku sethúsaognirnar.

Eitt grønari heim
Innanhýsis gera vit okkara til at hugsa umhvørvisvinarligt. Vit hava ment talgildar skipanir til skjøl og boðgeving, so minni verður skrivað út á pappír. Í tí heilt smáa kann nevnast, at vit brúka felags ruskílat heldur enn at hava ruskíløt undir hvørjum skriviborði. Vit reisast oftari av stólunum, og talið á ruskposum er minkað úr 2080 niður í 520 um árið.

Allur bati bøtir
Betri Heim hevur tikið avgerð um at skifta bensin - og dieselbilarnar út við elbilar, næstu ferð bilar skulu keypast. Hetta fer at gera sítt til, at vit sum arbeiðspláss gerast meira orku - og umhvørvisvinarlig.

Starvsfólkatrivnaður og kundaloyalitetur

Betri Heim ger regluligar starvsfólka-og kundanøgdsemiskanningar.

Vit miða eftir at hava so góðan starvsfólkatrivnað sum gjørligt.

Úrslitið í seinastu kundanøgdsemiskanning var 93%, sum gevur okkum eina góða ábending um, at okkara kundar eru væl nøgdir og trúgvir.

Vit arbeiða støðugt við virkis-og førleikamenning og leggja stóran dent á at lurta eftir okkara kundum og menna okkara skipanir eftir teirra ynskjum, samstundis sum vit førleikamenna starvsfólkið við røttum og viðkomandi útbúgvingum

Aftur
Grein 16 av 26
Víðari