
Føroyskur filmur vístur kring allan heim
At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum. Harumframt gerst stuðulin av sær sjálvum eisini stuðul til Føroyar sum ferðamál. Hetta sást týðiliga við filminum Heartist, sum umframt at verða vístur í Føroyum, kom á skýggjan í New York, Hvítarusslandi og Peru fyri at nevna nøkur av fleiri londum
Heartist er ein av mongu føroysku filmsperlunum. Í filminum verða vit førd gjøgnum eina estetiska og poetiska ferð við listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði. Filmurin er eisini ein myndlistarlig perla, har litsamanseting, snið og skap ganga upp í eina hægra eind. Harafturat er filmurin ein lívsjáttandi lýsing av, hvønn týdning tað smáa hevur í tí stóra - og øvugt. Vit fáa innlit í, hvussu náttúra, menniskju, trúgv og lív hanga saman í listini hjá Sigrun.
Tað eru Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi, sum í fýra ár hava arbeitt við filminum. Rógvi Rasmussen hevur staðið fyri upptøkunum og felagið hjá Jón Hammer, KYK myndir, hevur framleitt.
- Leikstjórarnir Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi høvdu áhuga fyri føroysku listakvinnuni og litríku list hennara. Tað menti seg til eina longri verkætlan, sum eisini er ein kvinnusøga. Ein kvinnusøga um, hvussu tað er at vera listakvinna og mamma samstundis. Ein søga um at leggja lívið til rættis, so tað slepst undan at frávelja annað. Og so var tað eisini sera áhugavert at arbeiða við listini estetiskt og flyta tað á filmslistagreinina, greiðir Jón Hammer frá.
Ein risa reklama fyri Føroyar
Filmurin hevur ikki bara fingið góða móttøku í Føroyum, men eisini kring allan heim. Eftir at hava verið sýndur í Føroyum, varð filmurin vístur á CHP:DOX í Keypmannahavn og bleiv síðani seldur til DR.
Eftir tað fór filmurin á flog kring allan heim. Hann varð sýndur í Nordisk Panorama í Svøríki, filmsstevnu í Nuuk, í Lima í Peru, á DOC LA í Los Angeles, á Nordic Film Days í Lubeck, á ArtDoc fest í Riga í Lettlandi og í Scandinavia House í New York. Eisini skuldi filmurin vísast í Hvítarusslandi, men tað gjørdist av ongum, av tí at fólkini handan festivalin noyddust at flýggja undan harðendu stjórnini í landinum. Tó fingu tey høvið at síggja filmin á netinum.
- Mest av øllum hevur filmurin týdning fyri dugnaligu leikstjórarnar og ikki minst listakvinnuna sjálva. Tó er einki at dylja yvir, at filmurin er ein risastór reklama fyri Føroyar sum ferðamál, greiðir Jón Hammer, filmsframleiðari, frá.
- Filmurin hevur longu ferðast kring heimin, og enn eru fleiri sýningar á skránni. Uttan Betri stuðulin hevði tað ikki verið møguligt hjá okkum.
Í fleiri ár hevur Betri stuðlað føroyskum filmi. Ein trý ára samstarvsavtala varð gjørd við Filmshúsið, sum er komin fleiri føroyskum filmsverkætlanum tilgóðar. Ein av fleiri filmsperlum, sum Betri hevur stuðlað, er Heartist, og stuðulin er komin væl við, vísir Jón Hammer á.
- Vit vóru í gongd við filmin, men manglaðu pening, so hann kundi gerast liðugur. Eisini manglaðu vit pengar til at framleiða alt lýsingar- og sølutilfarið, gera undansýning v.m. Vit søktu um stuðul frá Betri og fingu tíbetur játtandi svar. Hetta hevur havt sera stóran týdning fyri okkum. Serliga tá eg hugsi um stuðulin til lýsingar. Filmurin hevur longu ferðast kring heimin, og enn eru fleiri sýningar á skránni. Uttan stuðulin frá Betri, hevði tað ikki verið møguligt hjá okkum.