Heimsmálini

Vit hava stóra ábyrgdarkenslu 
fyri umhvørvi 
og menniskjum

Betri
3 min at lesa
Lurta

Í 2017 samtykti løgtingið eitt uppskot, har heitt varð á landsstýrið um at arbeiða fyri at fremja málini í ST-samtyktini. Heimsmálini hjá ST eru 17 ítøkilig mál, sum kunnu skapa ein betri heim fyri ár 2030. Altjóða átakið, sum byrjaði í 2015, verður kallað "Heimsmál fyri burðardyggari menning"

Hjá nøkrum er ábyrgdin um at stremba eftir at fremja heimsmálini áløgd við lóg. Hjá øðrum er hon ikki.

Eingin lóg er áløgd okkum í Betri. Men vit gera tað kortini. Vit gera tað, tí vit kunnu, og tí at vit kenna ábyrgd fyri umhvørvi og menniskjum. Vit vilja ganga undan. Vit vilja eisini vera við til at gera mun og at broyta Føroyar og heimin til tað betra.

Vit hava orðað okkara CSR-politikk við støði í teimum 17 heimsmálunum hjá Sameindu tjóðum. Hetta hava vit bundið okkum til:

  • Vit vilja virka í samsvari við øll lógarkrøv
  • Vit vilja tryggja fult gjøgnumskygni
  • Vit vilja virka við ábyrgd og við fyriliti fyri nærøkjunum, har ið virksemið er
  • Vit vilja tryggja, at vit røkka málunum í CSR-politikkinum
  • Vit vilja kanna eftir, um samstarvsfelagar eisini halda síni krøv

Vónandi sæst tað eisini aftur í hesi CSR-frágreiðingini, tiltøkunum og átøkunum, sum vit stuðlaðu og fíggjaðu í fjør. Okkara stuðul fevndi breitt. Alt frá sálarheilsu, umhvørvi, gransking, mentan ítrótti til javnstøðu. Her var talan um bæði sjúkrahúsverkið, sjálvbodnar hjálparfelagsskapir og einstakar eldsálir - og øll hava tey uppiborið hvørt herðaklapp og hvørja krónu.

Tó eru framvegis nógvar avbjóðingar. Avbjóðingar, ið gerast meira átrokandi fyri hvørt ár. Tað er tí av størsta týdningi, at vit standa saman. At øll gera tað, tey megna. Vit í Betri og onnur, sum megna at gera stóran mun, skulu gera tað. Hesum hava vit arbeitt hart fyri, og vit fara at halda fram við arbeiðinum. Tí vit leggja í.

Og tí vit hava stóra ábyrgdarkenslu fyri umhvørvi og menniskjum.

Aftur
Grein 3 av 26
Víðari