100 tons av burturkasti ruddað upp úr føroysku náttúruni

Føroyar blivu settar á heimskortið, tá tey á fyrsta sinni luttóku í altjóða ruddingardegnum “World Clenup Day, sum á føroyskum verður kallaður “Rudda Føroyar”. Harafturat hevur átakið elvt til, at 100 tons av burturkasti er ruddað burtur úr føroysku náttúruni
Leygardagin 15. Septembur 2018. Dagurin, har fleiri føroyingar um alt landið fyrstu ferð stóðu saman um at rudda Føroyar. Hetta var somuleiðis eisini altjóða ruddingardagurin “World Clenup Day”, har 18 milliónir fólk í 157 ymsum londum sjálvboðin vóru við.
Umframt at rudda burturkast í nærumhvørvinum, hevði átakið eisini til endamáls at skapa økta tilvitan um týdningin av framferðini hjá okkum menniskjum. Og serliga hvussu vit kunnu broyta atburð fyri at bjarga umhvørvinum.
Hetta fyrsta árið hilnaðist væl. Men tað er ikki komið burtur úr ongum. Tað eru Sigrun Mohr og Elin Lindenskov, sum vóru stigtakarnar til átakið í Føroyum. Báðar høvdu royndir í náttúru- og umhvørvisnevndini í Tórshavnar Kommunu. Alt byrjaði eitt kvøldið, har Elin Lindenskov sá eina lýsing á netinum um altjóða ruddingarátakið við heitinum “Let’s Do It!”.
- Eg minnist, at eg sá eitt heimskort á netinum, sum vísti, hvørji lond vóru við í ruddingarátakinum. Ongar Føroyar. Hetta helt eg ikki vera rætt. Eg sendi kunningina, eg hevði fingið á netinum, til vinkonu mína, Sigrun Mohr. Eg spurdi, um hon ikki eisini helt, at Føroyar áttu at vera á heimskortinum. Sigrun var ivaleys. Stutt eftir fóru vit í holt við verkætlanina, greiðir Elin Lindenskov frá.
Elin Lindenskov og Sigrun Mohr byrjaðu við at fáa góða ráðgeving frá Hugskotinum. Eftir tað fóru tær í holt við at søkja stuðul. Betri gjørdist størsti og avgerandi stuðulin fyrsta árið.
- Fyrsta árið stuðlaði Betri Stuðul við fullari upphædd. Hesin stuðul er orsøkin til, at alt hevur hilnast so væl. Marknaðarføringin og samskipanin hevur eydnast júst soleiðis, sum hon skuldi. Tað kann eg staðfesta, tí í 2022 ruddaðu 1300 fólk 25 tons av burturkasti upp úr føroysku náttúruni. Og síðani 2018 hava vit ruddað umleið 100 tons av óruddi.
Stuðulin frá Betri er rokkin langt. Rudda Føroyar hevur í dag sett ein samskipara at arbeiða hálva tíð, og tískil hevur átakið orku at gera enn fleiri átøk. Umframt sjálvan ruddingardagin í septembur, hevur Rudda Føroyar staðið fyri strandar-rudding og eisini fyri stórari rudding á Sandoynni saman við bóndanum.
Harafturat ger Rudda Føroyar nógv upplýsandi tilfar. Eitt nú á sosialum miðlum, har tey kunna um, hvussu ein kann liva ruddiligari og grønari. Tey gera átøk, har tey minna fólk á um at ikki tveita sigarettstubbar, og at minnast til at taka fýrverk upp eftir seg. Tey taka eisini ímóti dálkingarfráboðanum, sum tey senda víðari til rætta viðkomandi.
- Týdningurin av øllum hesum kann ikki gerast upp í pengum, og so eru tað jú vit øll, sum fáa gagn av hesum. Eisini eru hesi átøk viðvirkandi til, at Føroyar verða settar á heimskortið saman við øllum hinum londunum, sum ynskja ein reinari heim.