Okkara mál

Betri
6 min at lesa
Lurta
Vit raðfesta burðardygd

Vit ynskja ein betri heim. Vit stremba eftir at gerast burðardygg. Tískil taka vit undir við stevnumiðinum hjá ST um veðurlags-broytingar. Vit vilja minka okkara vav 1 og 2 CO2-spor við í minsta lagi 55% áðrenn 2030. Eisini skunda vit undir grøna skiftið hjá kundum og samstarvsfeløgum okkara, umframt at vit eisini við stuðli og gávum taka lut í eini røð av samfelagsgagnligum átøkum.

Vit raðfesta trivnað
og ymiskleika

Arbeiðsplássið skal endurspegla føroyska samfelagið, og tí raðfesta og stremba vit eftir ymiskleika í starvsfólkahópinum. Harafturat hevur tað stóran týdning fyri okkum, at starvsfólkini trívast og mennast, tí vit halda, at tað sæst aftur í arbeiðslagnum – bæði viðvíkjandi nøgdsemi og trúfesti. Trivnaður og ymiskleiki skapar menning og vøkstur.

ESG-lyklatøl
Aftur
Grein 2 av 26
Víðari