Ábyrgdina eiga vit øll
– serliga vit, sum kunnu

Betri
4 min at lesa
Lurta

Øll eiga ábyrgdina av at gera heimin betri. Eisini vit í Betri samtakinum. Vit meta enntá, at okkara ábyrgd er størri, eftirsum vit eru Føroya størsta fíggjarsamtak. Vit stuðla á hvørjum ári tiltøkum, sum gagna samfelagnum – mentan, gransking, ítrótti, heilsu – og ikki minst tiltøkum, sum fyribyrgja skaða og skapa tryggleika. Tað kunnu vit, tí vit eru stór – og tað gera vit við gleði.

- Týdningurin av átakinum Rudda Føroyar kann ikki gerast upp í pengum. Hetta átakið ger, at vit fáa ein reinan heim. Ein reinan heim, sum øll fáa gagn av. Rudda Føroyar er eisini við til at seta Føroyar á heimskortið - saman við øllum hinum londunum, sum arbeiða fyri einum reinari heimi. Tað er gleðiligt, at Betri vil vera við í arbeiðinum og stuðlar okkum. Vit eru takksom

- Elin Lindenskov, stigtakari, Rudda Føroyar

Nakað av tí, Betri stuðlaði í 2023

Heartist

Heimildarfilmur um Sigrun Gunnarsdóttir

Reyði Krossur

Ársins fyrstuhjálpari 2023

Filmshúsið

Samstarvsavtala 2023-25

Det Ferösche Compagnie

Lear Kongur, sjónleikur um Alzheimers

ADHD felagið

Upplýsingarfilmur

Dugni

Menning í sambandi við heimasíðu - og hitapumpa

Rudda Føroyar

Árligt ruddingarátak

Ítróttasamband Føroya

Skúlaleikir

Orkestrið Ælabogin

Føðingardagsgáva

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag (FNU)

Ráðstevna um burðardygd

Róðrarsamband Føroya

Trygdarskeið í sambandi við fyriskipan av kappróðri

Lions Club

Ólavsøkuframsýning - málning til burturlutan

Sjúkrarøktaretiska ráðið

Bókaútgáva til undirvísingarendamál 

Skúvoyar kommuna

Fuglateljing 

Tonik

Mixtech-ráðstevna

Berin

Landsinnsavning í Kringvarpi Føroya

Reyði Krossur

Landsinnsavning í Kringvarpi Føroya

Ítróttaháskúlin í Suðuroy

Hjartastartari

Missiónshúsið í Vestmanna

Hjartastartari 

Hondbóltssamband Føroya

Gáva í sambandi við HM-endaspælið í Berlin

Gransking
Kanning av heilivágsnýtslu

Harriet Hammar, Setrið

Heilsustøða og sosial kor

Vár Honnudóttir, Setrið

Kanning av barnakrabba

Maria S. Petersen, Setrið

Kreppuleiðsla og tilbúgving

Jens C. S. Justinussen, Setrið

Ungdómur og rúskoyring

Firouz Gaini, Setrið

Kvinnur og fótbóltur

Eli N. Leifsson, Setrið

Les meiri á betristudul.fo
Aftur
Grein 4 av 26
Víðari