Tá øll tjóðin stóð saman

Teir gjørdu tað ótrúliga, sum ikki eigur at bera til. A-landsliðið hjá monnum í hondbólti. Teir fingu ikki bara eitt fantastiskt úrslit til EM-endaspælið, men savnaðu eisini alla tjóðina. Teir góvu okkum íblástur og vístu okkum, hvat kann koma burturúr miðvísum og hørðum arbeiði. Ein upplivingin, sum stendur føst í minninum hjá nærum øllum føroyingum, og ein uppliving, sum vísir, hvønn týdning tað hevur at droyma stórt
Vart tú ikki ein av teimum mongu føroyingunum, sum sat sum klistraður framman fyri sjónvarpsskýggjan miðjan januar og hugdi at hondbólti, vart tú allarhelst ein av hinari rúgvuni av føroyingum, sum var í Berlin. Hesar dagarnar snúði tað seg ikki um, hvør var sambands- ella tjóðveldisfólk, suðuroyingur ella klaksvíkingur. Føroyingar vóru ikki í bólkum, tí hesa løtuna og hesar dagarnar vóru vit øll “bara” føroyingar. Ein fyribrigdið og ein kensla, sum bara stórhendingar kunnu gera. Og júst EM-endaspælið í Berlin mann teljast millum størstu hendingar í føroyskum ítrótti.
- Hetta bragdið hevur longu samansjóvað okkum. Fingið okkum at vera errin og at rætta ryggin. Harafturat er hetta ein stórur íblástur til øll føroysk børn, sum nú hava nógvar góðar – og mest týdningarmikið – føroyskar fyrimyndir at hyggja upp til, sigur Gunn Ellefsen, nevndarforkvinna í Hondbóltssamband Føroya.
Eitt er at skapa eina felags stolta tjóðarkenslu. Eitt annað er vinnulív og búskapur. Tí hondbóltsdystirnir í Berlin savnaðu ikki bara tjóðina, men varpaði út eina risa reklamu um Føroyar.
- Hetta hevur nógvar møguleikar við sær, ikki bara fyri føroyskan hondbólt, men eisini fyri vinnulívið og Føroyar sum ferðamál. Áhugin fyri Føroyum er vaksin munandi síðani EM-dystirnir í Berlin, vísir Gunn Ellefsen, nevndarforkvinnan, á.
At vera við í toppinum er dýrt, og hetta fekk eisini Hondbótlssambandið at stúra. Ikki um sjálva luttøkuna, men um hvørja ávirkan luttøkan fór at hava í føroyska hondbóltinum sum heild. Tey skuldi ikki stúra leingi, tí Betri stuðul boðaði stutt eftir frá, at tey stuðla EM-luttøkuni við 2,5 milliónum krónum.
- Gávan frá Betri stuðul bjargaði øllum. Hon tryggjaði, at EM-luttøkan í Berlin ikki fekk eina negativa ávirkan á menningina av føroyskum hondbólti sum heild. Um tað almenna letur standa til, man úrslitið gerast, at komandi endaspøl fara at forkoma tí ómetaliga stóru framgongdini, sum hevur verið í føroyskum hondbólti tey seinastu árini. Tíbetur vóru tað ikki øll, sum lótu standa til, og tískil bjargaði tað øllum, greiðir Gunn Ellefsen frá.
Í tíðindaskrivi boðaði Betri stuðul frá, at endaspælið er ein stórhending, ið krevur, at øll standa saman. EM-luttøkan er vorðin veruleikin, og tað er ein dýrur veruleiki. Av hesi orsøk fekk Hondbóltssambandið hálvatriðju millión frá Betri stuðul at nýta í sambandi við EM í Berlin.
- Vit øll í Hondbóltssambandinum vilja nýta høvið at takka Betri stuðul fyri gávuna. Vit eru ovurfegin. Eitt EM-endaspæl hevur nógvar eykaútreiðslur við sær fyri HSF, og hendan gávan ger, at EM-endaspælið ikki hevur við sær, at vit mugu seta sparingar í verk á øðrum økjum. Arbeiðið hjá feløgunum, leikaramenningin og ungdómslandsliðini eru grundarlagið undir okkara A-landsliðsvirksemi, og tað er sjálvsagt avgerandi fyri víðari menningina av føroyskum hondbólti, at tað ikki verður neyðugt at slaka í hesum arbeiðinum. Gávan frá Betri stuðul er við til at tryggja hetta, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.