Fleiri familjur trívast betur

Betri
4 min at lesa
Lurta

- Børn við ADHD kunnu hava ilt við at trívast. Tó kann nógv gerast fyri at bøta um hetta. Eitt nú at foreldrini læra meira um ADHD. Barna- og ungdómspsykiatriin fekk í fjør gávu frá Betri Stuðul, sum var at útbúgva 11 klinikarar í foreldravenjing, soleiðis at foreldur sjálv kunnu venja børn við ADHD. Ein gáva, sum longu hevur gjørt gerandisdagin betri fyri fleiri familjur

1500-2000 fólk í Føroyum hava ADHD og 10.000 fólk eru dagliga í sambandi við onkran, ið hevur ADHD. Hetta vísa tøl frá felagnum ADHD Føroyar. Tí ávirkar ADHD lutfalsliga nógvar føroyingar.

Størsti parturin av teimum við ADHD í Føroyum hava ikki fingið staðfest, at tey hava tað. Tí fáa tey onga viðgerð. Tey, sum fáa viðgerð, fáa oftast bert heilivágsviðgerð og ikki kognitiva viðgerð, so sum pedagogiskan stuðul, foreldra- og familjuráðgeving ella annað, sum fakfólk meta hevur stóran týdning fyri trivnaðin. Hetta vísir ADHD Føroyar á.

Tó eru nógvir batar gjørdir. Ein teirra er, at nú hava 11 klinikarar tikið útbúgving í foreldravenjingunum. Venjingarnar verða róptar “New Forest Family Programme” (NFPP). Hendan venjingin er ætlað foreldrum at børnum upp til 12 ár, sum hava ADHD.  Útbúgvingartilgongdin byrjaði í septembur 2023 við gjøgnumgongd av teoretiska partinum. Á sumri og heysti 2024 er praktiski parturin - og síðani er góðkenningin av teimum 11 viðgerðunum í væntu.

- Góðkenningin merkir, at Barna- og ungdómspsykatriin fer at kunna bjóða foreldrum at børnum við ADHD tilboð um NFPP. Í leiðreglunum hjá Heilsumálaráðnum um útgreining og viðgerð fyri ADHD hjá børnum og ungum, verður staðiliga viðmælt, at foreldur fáa tilboð um eina skipaða venjingarætlan. Hetta letur seg betri gera við NFPP venjingunum, og vónandi fara vit at kunna hjálpa fleiri familjum at fáa betri trivnað og ein betri gerandisdag, greiðir Camilla Henanger, depilsleiðari á Barna- og ungdómspsykiatriini, frá.

Sambært upplýsingum frá ADHD Føroyar er ein tummilsregla við ADHD, at menningin er seinkað 30%. Tað vil siga, at eitt 15 ára gamalt barn megnar t.d. at hugsavna seg sum eitt 10-11 ára gamalt. Tó kann bøtast um hetta við at seta tíðliga inn við viðgerð og stuðli, soleiðis at barnið mennist meira aldurssvarandi. Við vitanini í dag, kann barnið læra at kompensera og brúka aðar háttir at stýra sínari atferð. Um foreldrini gerast meira upplýst, soleiðis at tey kunnu stuðla børnunum, gerst hetta alsamt lættari.

Og hetta er júst tað, sum ætlanin er við NFPP-skeiðnum. Foreldrini, sum hava fingið tilboðið um skeiðið, lata væl at.

- Fyri summar familjur hevur hetta havt við sær, at ADHD-eyðkennini fylla minni og at ósemjurnar í gerandisdegnum eru færri. Vit gleða okkum at gera ein mun fyri enn fleiri familjur, tá vit eru klár at bjóða fleiri familjum skeið, sigur Camilla Henanger, depilsleiðari, at enda.

Aftur
Grein 20 av 26
Víðari