Gransking til frama fyri kvinnu-fótbóltin

Dreymurin hjá Eli Leifsson Nolsøe er at fáa vitan til vega, sum kann menna kropsliga formin hjá kvinnuligum fótbóltsleikarum. Og nú er dreymurin um at gerast veruleiki, tí hann granskar í løtuni í kvinnufótbólti. Eitt øki, sum lítið er granskað í, og ein gransking, sum Betri stuðlar
Seinastu árini hevur Fótbóltssambandið (FSF) boðað frá, at kvinnufótbóltur skal uppraðfestast. Nógvar avbjóðingar eru, og ein tann størsta, sambært FSF, er, at ov fáar kvinnur spæla fótbólt.
Ein onnur avbjóðing er, at ov lítið av vitan er um kvinnufótbólt, men nú er nýggj vitan ávegis. Eli Leifsson Nolsøe ger nevniliga í løtuni eina vinnu PhD í samstarvi millum FSF og Setrið. Eli Leifsson Nolsøe hevur lisið bachelor í ítrótti og kandidat í humanfysiologi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Granskingarevnið er áhugavert, tí hetta er praktisk nærgransking.
Harafturat er hetta eitt øki, sum er spennandi, tí granskinggrundað vitan á økinum væntar, greiðir Eli Leifsson Nolsøe frá.
Granskingin snýr seg um kvinnufótbólt, og hvussu betrast kann um kropsligu avrikini. Frá 2021 til og við 2023 hevur hvørt lið í Betri deildini hjá kvinnum havt útgerð, sum mátar, hvussu leikararnir avrika kropsliga í venjing og dystum. Mátað verður, hvussu nógvar metrar tær renna - bæði við lágari og høgari ferð. Síðani verður hugt at, hvussu nógvar ferðbroytingar eru - bæði økingar og uppbremsingar. At enda verður hugt at, hvussu pulsurin ávirkast av tí kropsliga arbeiðinum leikararnir gera.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri gransking og fótbólti, og hvussu vit kunnu fáa gransking, sum er so nær tí praktisku verðini sum gjørligt. Samstundis er tað stórur mangul uppá gransking í kvinnufótbólti generelt, og tískil var hendan verkætlanin eitt framúr gott høvi at fáa samantvinna alt.

- Dreymurin er, at hendan granskingin kann vera við til at betra kropsliga formin hjá kvinnuligum leikaraum í Føroyum munandi. Granskingarúrslitini geva nærri innlit í, hvussu vit skulu venja og harvið betra um venjingarnar. Eg vænti eisini, at granskingarúrslitini hava altjóða áhuga, og um so er, kann føroysk gransking geva íkast til altjóða fótbóltsgransking.
Í sambandi við granskingararbeiðið eru nógvar útreiðslur til eitt nú løn, uttanlandsferðir og útgerð. Tískil hevði tað avgerandi týdning at fáa fígging til arbeiðið. Eli Leifsson Nolsøe er takksamur fyri, at Betri játtaði stuðul.
- Stuðilin hevur stóran týdning, tí uttan stuðulin hevði verið trupult atgjørt PhD verkætlanina. Har eru ymiskar útreiðslur í samband við eina tílíka verkætlan og tað at gera PhD, so tískil hevur stuðulin hjálpt sera væl.