Varandi vinna
– við atliti til umhvørvið

- Burðardygd er eitt av sporunum í strategiini hjá Betri Trygging, og vit hava longu arbeitt við burðardygga politikkinum í fleiri ár. Tí hóskaði nýggi felagsskapurin, Varandi Vinna, sera væl til okkara, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging
Í fleiri ár hevur burðardyggi politikkurin merkt gerandisdagin í Betri Trygging. Og nú felagsskapurin Varandi Vinna – undir Vinnuhúsinum – varð stovnaður, ivaðist leiðslan í Betri Trygging ikki.
- Tað hevur týdning at hava eitt netverk, har vit kunnu deila vitan og har vit kunnu samskipa nøkur ting á grøna økinum. Vit eru jú fleiri, sum arbeiða miðvíst við burðardygd, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.
Átakið hevur tveir ymsar bólkar av fyritøkum. Tann fyrri er fyri fyritøkur, ið vilja fara undir at arbeiða meiri burðardygt ella sum eru í holt við at fóta sær innan burðardygt arbeiði. Seinni bólkurin er til fyritøkur, ið longu arbeiða miðvíst við burðardygd.
- Burðardygd er eitt økið, har vit ikki kunnu arbeiða einsamøll. Saman standa vit sterkari og kunnu gera mun. Bæði í sambandi við myndugleikar, altjóða krøv og veðurlagið, sum heild, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Mál á burðardygga økinum
Betri Trygging hevur trý spor á grøna økinum. Tey eru bilar, bygningar og annað, til dømis prent og postur – og endurnýtsla.
Eitt av málunum er, at akførini skuldu vera 50% grøn í 2023, og í 2030 skulu tey vera 100% grøn.
Eitt annað av málunum er, at bygningarnir hjá felagnum skulu vera 75% grønir í 2025 og 100% grønir í 2030.
Viðvíkjandi prenti og posti kom nýtslan í 2024 niður á 65%, og viðvíkjandi endurnýttum tilfari er nýtslan økt við 186%.
- Vit arbeiða seriøst og miðvíst, og vit fara at náa málunum, vit hava sett okkum. Í ár fara vit at seta okkum nýggj mál, sum vit síðani arbeiða fram ímóti komandi árini, sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Hon greiðir frá, at bilparkin næstan er skift 100% út við el. Nógv verður gjørt fyri at minka um burturkast og at skilja ruskið. Prentið er minkað niður í næstan einki, og stórt sæð øll brøv verða nú send út talgilt. Kantinan ger burðardyggan mat og tað eru varandi orkuloysnir í 2/3 av øllum bygningunum..
- Vit hava eisini gjørt ymiskt fyri at eggja starvsfólkinum til at liva meiri burðardygt. Vit hava havt fólk inni at halda fyrilestrar - eitt nú um at nýta matrestir og at gera sín egna køkshava.
Í Betri Trygging fegnast tey um nýggja samstarvið í Varandi Vinnu.