Heildin er avgerandi fyri úrslitini

Betri
5 min at lesa
Lurta

– Góðu úrslitini eru sjálvandi málið, men skulu vit náa teimum, mugu vit síggja einstaka leikaran og menniskjað út frá eini heildarmynd. Tí er umráðandi at hava mentala partin við í øllum, sum vit gera, sigur Andrass Thomsen, stjóri í Hondbóltssambandinum

Fyrr í ár avgjørdi HSF at seta ein mentalvenjara í starv fulla tíð. Hetta var útfrá góðu royndunum, man hevur gjørt sær á økinum og vaksandi tørvinum, sum økta virksemið hevur við sær.

Í dag hevur HSF átta virkin landslið, og umleið hálvthundrað føroyskir hondbóltsleikarar leika uttanlands, og luttøkan í heimligu kappingini er vaksandi.

Fokus á heildina

Seinastu árini er alsamt størri dentur lagur á mentala partin, og nú verður enn størri dentur lagdur á hendan partin. Bæði á landsliðunum, í samskiftinum við leikarar uttanlands og í samstarvinum við føroysku feløgini og venjararnar.

Tað er t.d. ein stór broyting at fara uttanlands at leika sum ungur. Tað, sum fer fram á vøllinum, er sjálvandi kent hjá leikarunum, men alt, sum hendir rundan um, er øðrvísi. Skulu úrslitini verða góð, má tað uttanfyri vøllin hanga saman og geva meining. Hetta verður ein høvuðstáttur í arbeiðinum hjá venjaranum.

– Endamálið við einum fulltíðarsettum mentalvenjara er m.a. at hava samband við føroyskar spælarar, ið leika uttanlands. Vegleiða og sparra, so valini hjá leikarum og foreldrum eru so skilagóð og hóskandi sum tilber, greiðir Andrass frá.

Ein annar táttur í arbeiðinum er at arbeiða saman við feløgunum í Føroyum. At vitja og vegleiða feløg og venjarar í, hvussu man kann arbeiða við tí mentala, og harvið betra um úrslitini á vøllinum.

- Í øllum, sum vit gera, arbeiða vit út frá heildini. Bæði tá tað snýr seg um einstaklingin, og tá umræður feløgini úti um landið.

Ymiskir tørvir

Ein onnur ítøkilig verkætlan, sum HSF er í gongd við, er at kanna, hví kvinnur í størri mun enn menn velja landsliðini frá.

– Higartil hevur man brúkt sama leist hjá kvinnum og monnum, og hesin hevur kanska hóskað betur til menninar. Við granskingini vóna vit at fáa nøkur svar, sum kunnu hjálpa okkum at tillaga landsliðsvirksemið, so frávalini gerast færri, sigur Andrass.

Hendan gongdin er tó ikki bara í hondbóltinum. Hon er kend í øðrum ítróttargreinum og í arbeiðslívinum annars. Tí kunnu ítøkiligu úrslitini av slíkari gransking eisini varpa ljós á loysnir í einum breiðari høpi.

Nógv jørn í eldinum

Í Hondbóltssambandinum starvast í dag sjey fólk á skrivstovunum Við Tjarnir. Tey nýggjastu eru mentalvenjarin og styrkivenjarin. Endamálið við hesum báðum er sjálvandi at menna leikararnar, men endamálið er eisini at menna venjararnar og røkja venjaraútbúgvingina. HSF hevur nevniliga ment eina føroyska venjaraútbúgving, sum er góðkend av Evropiska hondbóltssambandinum EHF.

Talið av hondbóltsleikarum er vaksandi, og í februar vóru fyrstu dystirnir leiktir Við Tjarnir. Úrslitini tala fyri seg, og í summar luttaka ikki færri enn fýra ungdómslandslið í EM og HM endaspølum.

– Í øllum, sum vit gera, arbeiða vit út frá heildini. Bæði tá tað snýr seg um einstaklingin, og tá umræður feløgini úti um landið. Vit hava nógv jørn í eldunum. Tað er spennandi og avbjóðandi, og við góðum stuðli ber tað til, sigur Andrass at enda.

Aftur
Grein 7 av 18
Víðari