
Eitt mennandi millumlið
– Endamálið er at byggja ein aldutanga at royna m.a. aliútgerð í. Tað kann spara pengar, fyribyrgja óneyðugum skaða og samstundis verða týdningarmikil partur í upplæringini av starvsfólki í alingini á sjónum, sigur Bárður Joensen, stigtakari og granskari á Fróðskaparsetri Føroya
Føroyska havumhvørvið er millum tey mest ábæru í heiminum. Tí er vitan um aldu og streym avgerandi í menningini av virksemi, ið er knýtt at sjónum. Bárður Joensen, ið hevur skrivað ph.d. ritgerð um alduorku, er stigtakari til nýggja aldutangan, sum væntandi stendur klárur í summar. Tangin er 15 metrar langur.
- Við einum royndarbrunni kunnu vit skapa eitt millumlið millum telduforritini og royndirnar á sjónum.
Menning av aliútgerð
Royndarvirksemi og menning av útgerð fer í dag í stóran mun fram á telduforritum og við útgerð í fullari stødd á sjónum. Endamálið við einum royndarbrunni er at hava nakrar aðrar møguleikar, sum ikki fáast í forritum ella í fullari stødd. Hetta kann bæði hava fíggjarligar, umhvørvisligar og vitanarligar fyrimunir.
– Við einum aldutanga kunnu vit skapa eitt millumlið millum telduforritini og royndirnar á sjónum. Eitt millumlið, ið kann nýtast til at optimera útgerðina, áðrenn hon verður sett í framleiðslu, greiðir Bárður frá.
Tað er kostnaðarmikið at framleiða útgerð í fullari stødd, og tí er umráðandi at raka so rætt sum møguligt. Í einum royndarbrunni ber til at eygleiða, hvussu t.d. alinótir uppføra seg í sjónum undir ávísum umstøðum og harvið menna sniðið, áðrenn dýr framleiðsla verður sett í gongd. Somuleiðis sleppur man undan óneyðugum skaða og mistum fiski í royndartíðini.
Førleikamenning
Førleikamenning av starvsfólki í alivinnuni á sjónum er ein týdningarmikil partur av ætlanini við brunninum.
– Ein brunnur er eisini sera væl egnaður til framsýning og undirvísing av starvsfólki í alivinnuni. Her kanst tú á besta hátt síggja, júst hvussu útgerðin uppførir seg í sjónum undir ymiskum umstøðum, sigur Bárður
Við hægri vitanarstøði um, hvussu útgerðin uppførir seg í sjónum, kunnu skaðar á útgerð og fisk, sum henda í dag, fyribyrgjast.
Nýggir møguleikar
Í fyrstu syftu eru royndir innan aliútgerð mest nærliggjandi, men aldutangin kann eisini brúkast til aðrar verkætlanir, ið hava við havið at gera. T.d. er ein verkætlan í gongd á Setrinum, ið kannar sjórok, og hugsast kann eisini, at t.d. kommunur kunnu brúka tangan, tá nýggj havnaløg og brimgarðar skulu leggjast til rættis.
– Vit vænta, at tá tangin er komin og farin at virka, so fara fleiri verkætlanir eisini at vísa áhuga, tí møguleikin nú er har. Í framtíðini vóni eg, at vit umframt aldu eisini fáa kannað rák og streym, tí samspælið millum aldu og streym hevur jú alstóran týdning í okkara havumhvørvi, sigur Bárður at enda.