Fyribyrging sum strategiskt spor

Betri Trygging
7 min at lesa
Lurta

- Seinastu tíðina hava vit flutt okkum til at taka ein meiri virknan fyribyrgjandi leiklut, eitt nú við at gera fyribyrging til eitt av strategisku sporum okkara. Vit síggja, at tað ger mun at upplýsa og ráðgeva, so fólk sleppa undan skaða. Besti skaðin er jú tann, sum aldrin hendir, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging

Í strategiini hjá Betri Trygging eru fýra ymisk spor. Tey eru fyribyrging, burðardygd, talgilding og samskifti.

- Yvirskipaða málið hjá Betri Trygging er at skapa einar tryggari Føroyar. Og við fyribyrgingarsporinum vilja vit skapa tryggleika og virði fyri kundan við upplýsing og ráðgeving, við at samstarva við ymsar áhugabólkar fyri at økja um tilbúgvingina í Føroyum og við at stuðla tryggleikaskapandi átøkum, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri.

Hon vísir á, at Betri Trygging nú er komið inn í seinasta árið av verandi strategi og líta vit aftur, sæst, at nógv er gjørt á hesum økinum.

- Vit sita jú við nógvari vitan um skaðar, tí vit síggja tølini og ta samlaðu myndina. Vit vita, hvørjir skaðar henda oftast, hví teir henda og hvussu kundarnir kundu gjørt fyri at minkað um ella sloppið undan skaðum. Hetta er galdandi á øllum økjum, bæði innan eldsbrunar, stormar, bilskaðar, ferðaskaðar, fólkaskaðar o.s.fr. Tá ið vit nú hava hesa vitanina, haldi eg eisini, at vit hava ábyrgd av at kunna kundarnar, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

Fyribyrgjandi

Fleiri dømi eru um, at Betri Trygging hevur ávarað um storm og biðið fólk og fyritøkur um at taka alt leyst upp.  Vit síggja, at síðani vit eru farin undir tað - saman við løgregluni og tilbúgvingini - hevur tað gjørt stóran mun og minkað munandi um tað talið av skaðum, har leysir lutir fúka og gera um seg.

- Umframt at kunna og ávara eru ráðgevar okkara eisini farnir at veita holla 1 til 1 ráðgeving um, hvussu fólk og fyritøkur best kunnu sleppa undan skaðum. Á vitjanum úti um landið vísa skaðaviðgerarnir millum annað á, hvat kann elva til skaða, og hvussu einstaka fyritøkan skal bera seg at fyri at sleppa undan, at skaðin rakar. Tað verður sera væl móttikið, tí øll vilja helst sleppa undan skaða, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

Ávaringar til privatfólk:

30 januar 2024 sendu vit ávarandi sms-boð og soljóðandi ávaring út á sosialar miðlar:

Ávaringin varð deild omanfyri 300 ferðir, og nógvir kundar vendu aftur, takkaðu fyri og fegnaðust um proaktiva leiklutin hjá Betri Trygging.

Ávaringar til vinnuna:

Betri Trygging vil eisini arbeiða fyribyrgjandi saman við vinnuni. Eitt nú hava vit samstarvað fyribyrgjandi við bilasølur og virki av av ymsum slagi fyri at fáa tey at rudda burtur áðrenn storm.

Poddar og greinar saman við Kvinnu

Í samstarvinum við Kvinnu hevur Betri Trygging fingið nýggjar pallar og møguleika at náa nýggjum málbólkum, sum annars eru truplir at náa. Vit vita, at tað oftast eru menn, sum standa fyri tryggingunum, hóast tryggleiki er eins týdningarmikil fyri bæði kyn.

Farna árið hava vit tí havt greinar í Kvinnu – bæði í blaðnum og á netmiðlinum - umframt at vit hava gjørt poddar um trygging og tryggingaviðurskifti saman við journalistum frá Kvinnu.

Í poddvarpsrøðini ‘Vit snakka um pengar’ vóru tryggingarrráðgevar í studio og greiddu frá, hvat fólk eiga at minnast til í sambandi við tryggingar. Eisini kom ein kundi og greiddi frá tilgongdini, tá ið eldur kom í húsini, at gera skaðan upp, endurbyggja húsini og fáa nýtt innbúgv fyri tað skadda.

Vit hava somuleiðis gjørt fleiri upplýsandi og fyribyrgjandi greinar.

Eitt nú hava sýnsmenn innan bygnings- og biløkið greitt frá, hvussu vit best bera okkum at fyri at sleppa undan eldi um jólini og hvussu vit halda bilin við líka um veturin. Vit hava eisini greitt frá, hvussu tú tryggjar teg rætt, tá ið tú skalt av landinum - og givið góð ráð um ferðing.

Reels

Ein annar nýggjur pallur, sum vit hetta farna árið eru farin at brúka fyribyrgjandi, eru sonevnd reels á sosialu miðlunum. Reels eru stutt videobrot, har vit í stuttum greiða frá einum evni ella einum trupulleika.

Okkara reels hava snúð seg um, hvussu tú gert bátin kláran til várróðurin, festivalarnar og havhestatíðina – og hvat kann gerast fyri sleppa undan vanligastu skaðunum.

Vit gjørdu somuleiðis eina røð um innbúgv, ið vit ofta síggja er tryggjað ov lágt. Ein av kundum okkara fór ígjøgnum innbúgvið har heima – í barnakamarinum og í køkinum – og kom skjótt til, at hon hevði tryggjað innbúgvið alt ov lágt. Eisini hava skaðaviðgerar greitt frá trupulleikanum, tá ið fólk hava undirtryggjað innbúgvið – og hvussu tú bert teg at fyri at finna røttu upphæddina.

Í summar kom somuleiðis ein skaðaviðgeri og greiddi frá, hvørjar skaðar vit oftast síggja, og hvussu vit kunnu varða okkum fyri teimum, tá ið vit fara at ferðast.

Aftur
Grein 16 av 18
Víðari