Gloria

Útbyggja, tí tørvurin er har

Betri
4 min at lesa
Lurta

– Tørvurin er vaksandi. Tíverri. Tí verður í næstum farið undir at byggja út, so vit fara frá 8 til 14 búpláss. Eisini verða umstøður gjørdar, so onnur kunnu koma um dagin at vaska klæðir, fáa eitt bað og bara vera her, greiðir Mamy Sørensen, leiðari á Umsorganarheiminum Gloria í Klaksvík, frá

Eyðkenda húsið norði á Stangavegnum í Klaksvík, ið áður hýsti samkomuni Sole deo Gloria, hevur síðan 2018 virkað sum umsorganarheim hjá fólki, ið av ymiskum orsøkum ikki hava umstøður ella møguleika at upprætthalda sín egna bústað.

Tað vóru samkoman Sole deo Gloria, sum tá átti húsið, og Klaksvíkar kommuna, sum tóku stig til heimið, tí tey sóu ein vaksandi tørv.

– Húsið hevur riggað væl og virksemið ger stóran mun. Í næstum verður farið undir umfatandi um- og útbyggingar, so vit betur kunnu nøkta tørvin, sum er í dag, sigur Mamy, sum áður hevur verið leiðari bæði á Tilhaldinum í Klaksvík og innan eldraøkið í Tórshavn.

Eitt virkið hús

Fremsta uppgávan er á verða eitt gott og trygt heim fyri tey, sum búgva her. Harumframt so verður miðað eftir, at hava ymiskt virksemi í húsinum, so onnur eisini vitja húsið og búfólkini, og tiltøkini eru mong.

– Vit hava t.d. føst tiltøk sum andakt, sjavskapping og Kafé Gloria. Eisini hava vit ymiskt afturvendandi. T.d. hava vit seinnu árini havt eina fiskabuffé á Torradøgunum. Hon hevur verið stak væl umtókt, og í ár vóru yvir 200 gestir á gátt, greiðir hon frá.

Í gerandisdegnum verður dentur lagdur á, at búfólkini eftir førimuni taka ein hond í á heiminum. Nógv er at røkja í einum slíkum húsi. T.d. matgerð, uppvask og reingerð innandura og viðlíkahald og vasking uttandura.

- Sjálvandi hevði verið best, um eingin tørvur var á slíkum húsi, men tað er tað, og hann er vaksandi. Tíverri. Tí byggja vit út.

Framtíðin

– Sjálvandi hevði verið best, um eingin tørvur var á slíkum húsi, men tað er tað, og hann er vaksandi. Tíverri. Tí byggja vit út, sigur Mamy.

Tað er fyritøkan Malltek, sum hevur teknað nýggju lonina, sum Betri Stuðul hevur stuðlað. Lonin verður í tveimum hæddum suður úr verandi bygningi. Í erva verða seks nýggj kømur umframt onnur felagshøli. Í neðra verða umstøður, so Gloria eisini kann veita øðrum enn búfólkunum dagligar tænastur so sum bað, klædnavask og eitt heitt og fjálgt felagshøli.

– Í næstum verður eisini farið undir at umbyggja niðaru hæddina í gamla bygninginum, so bæði kaféin og køkurin verða nútímansgjørd. Tá bæði umbygging og útbygging eru liðugt, kunnu vit veita eina væl betri tænastu, og tað gleða vit okkum til, greiðir Mamy frá.

Farið verður undir um- og útbyggingina í næstum, og ætlandi tekur tað eitt ár, frá tí at byrjað verður, til útbyggingin stendur liðug.

Aftur
Grein 6 av 18
Víðari