Húsarhaldsskúlin

Heilsa og burðardygd til ung í Føroyum

Betri
4 min at lesa
Lurta

– Húsarhaldsskúlin er meira viðkomandi nú enn nakrantíð. Endamálið er at menna næmingarnar bæði sosialt og persónliga og veita íblástur og førleikar at liva eitt heilsugott og burðardygt lív, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, leiðari

Í oktober fylti Húsarhaldsskúli Føroya 50 ár, og skjótt byrjar eitt nýtt tíðarskeið, tí í næstum flytir skúlin inn í nýggja og stásiliga bygningin mitt í Klaksvík. Pláss verður fyri 35 næmingum, sum allir fara at búgva á skúlanum. Á veghæddini verður undirvísingin, meðan búeindirnar verða á ovaru hæddunum.

Miðdepilin í nýggja skúlanum er tænastuøkið og næmingakøkurin, sum Betri Stuðul hevur stuðlað.

- Húsarhaldsskúli ljóðar kanska eitt sindur gamalsligt, men eg plagi at siga, at vit eru ein húsarhaldsskúli bæði fyri privata húsarhaldið, landshúsarhaldið og heimshúsarhaldið.

Øðrvísi tímatalva

Matgerð, hondarbeiði og heilsa eru aðaltættir á skúlanum, men undirvíst verður eisini í trygd, húsarhaldsbúskapi, sjálvbjargni og burðardygd.

Á tímatalvuni eru ikki tær vanligu lærugreinirnar, men heldur kostfrøði, matmentan, handfaring av rávørum og matgerð. Tað verkliga eyðkennir alla lærutilgongdina, og rávørurnar skaffa næmingarnir í stóran mun sjálvir.

– Vit taka rabarbur upp á Viðareiði, fletta og velta epli á Syðradali, og Dragin er okkara fiskiskip. Her eru næmingurin og verkliga tilgongdin í miðdeplinum, greiðir Jóhanna frá.

Burðardygg menning hevur altíð verið ein grundarsteinur hjá skúlanum, og í teimum rákum, ið hava tikið seg upp seinnu árini, er skúlin meira viðkomandi í dag enn nakrantíð, ella sum Jóhanna orðar tað: – Húsarhaldsskúli ljóðar kanska eitt sindur gamalsligt, men eg plagi at siga, at vit eru ein húsarhaldsskúli bæði fyri privata húsarhaldið, landshúsarhaldið og heimshúsarhaldið.

Nýggjur køkur

Hagreiðing av mati er ein av aðaltættunum á skúlanum, og tí var umráðandi, at hesar umstøðurnar blivu fyrstafloks í nýggja bygninginum.

– Avgerandi fyri nýggja Húsarhaldsskúlan er, at køksumstøðurnar eru fyrstafloks og frameftirlítandi. Tí eru vit sjálvsagt sera fegin um stuðulin frá Betri, ið ger tað møguligt at hava ein slíkan køk og eitt spennandi tænastuumhvørvi. Vit kunnu lyfta undirvísingina á eitt heilt annað stig enn áður, so tað verður spennandi at tendra undir grýtunum í summar, sigur Jóhanna at enda.

Aftur
Grein 8 av 18
Víðari