
Tryggingarmál
– so tú skilir tað
Á sjálvum móðurmálsdegnum 2024 – føðingardagin hjá V.U.Hammershaimb tann 25. mars – kundi Betri Trygging kunngera nýggju orðabókina á heimasíðuni
Vit vita væl, at yrkismálið í tryggingarheiminum kann vera trupult at skilja. Orð og hugtøk eru serstøk, merkingarnar eru neyvar - og fyri tey flestu eru hetta orð, ið sjáldan verða nýtt. Tað kann gera samskiftið óneyðuga trupult, tá so stórur partur av orðunum eru torfør fakorð.
Men við nýggju orðabókini vildu vit gera tað lættari. Í orðabókini lýsa vit týdningin av orðum og hugtøkum úr tryggingarheiminum við vanligum gerandismáli, so tað verður lættari at skilja – og so kundar okkara fáa ein lykil til at avkoda tað, sum treytirnar siga.
Vit hava higartil savnað omanfyri 100 orð og hugtøk - og vit fara frameftir støðugt at menna og víðka orðabókina.
Betri samskifti
- Vit síggja, at tað mangan henda misskiljingar, tí kundar okkara ikki heilt vita, hvat vit meina við – til dømis tá ið vit vísa til treytirnar. Tryggingarmál kann vera trupult at skilja – og tá er ein orðabók júst rætta amboðið, tí har verður greitt frá orðunum við ‘vanligum’ máli, sigur Eydna Skaale, samskiftisráðgevi hjá Betri Trygging.
Víðari sigur hon, at hetta við trupla fakmálinum eisini er nakað, sum kundar stundum vísa á – eitt nú í samband við skaðar. Vit síggja, at teir javnan nevna, at teir vildu ynskt, at málið, vit nýta, var greiðari. Hetta er ein máti at bøta um tað.
- Vit løgdu fitt av orku í orðabókina, og vóru bæði glað og errin, tá ið vit kundu almannakunngera hana sjálvan móðurmálsdagin, sigur Eydna.
Orðabókin er sett soleiðis upp, at orðini eru í bókstavarøð, so tú fert bara undir fyrsta bókstavin í orðinum – og so koma øll orðini fram, sum byrja við tí ávísa bókstavinum.
Skuldi tað hent, at kundin ikki finnur orðið, hann leitar eftir, ber til at senda okkum boð um tað á síðuni, har orðabókin er. Har er ein teigur, tú kanst skrivað orðið í, síðani trýsta á send – og so fær Marknaðardeildin boð um vantandi frágreiðingina og fær loftað tí.
Betri Trygging fer støðugt at menna orðabókina og leggja orð og hugtøk afturat. Tí vilja vit fegin hoyra frá kundum, um teir hava eitt ískoyti, sum kann gera orðalistan meiri fullfíggjaðan.
Fyrivarni
Í orðabókini kunnu orð og hugtøk verða gjørd einfaldari, enn tey í veruleikanum eru – tað vil so vera, at ein frágreiðing um eitt orð ella eitt hugtak ikki altíð fær neyvu merkingina við.
Orðabókin hevur heldur ikki fullfíggjaðar lýsingar av treytum, týdningi og undantøkum, men eina frágreiðing, sum ger tað lættari at skilja.
Um kundin ivast – til dømis hvat tryggingin dekkar út í æsir – vísa vit altíð til treytirnar ella ráða kundanum til at ringja til okkara. Tað kann vera lættari at tosa við onkran, sum kann greiða frá ítøkiliga ivamálinum.
Víðari til orðabókina?
Trýst her: www.betri.fo/trygging/um-okkum/ordabok