Pensjónsfeløgini leggja kortini á borðið

Betri Pensjón
5 min at lesa
Lurta

15. september í 2023 gjørdu føroysku lívstryggingarfeløgini og eftirlønargrunnarnir eina sínámillum avtalu um at upplýsa einstaka kundan betur um teir kostnaðir, ið kundin rindar fyri sína pensjónssamansparing. Nú alt er kunngjørt, er greitt, at Betri Pensjón stendur seg væl á føroyska marknaðinum

- Sjálvandi er tað gott at vita, at vit eru kappingarfør, og at kundarnir fáa væl burturúr hvørjari krónu hjá okkum. Vit vistu frammanundan, at vit standa okkum væl í kappingini um kundar, so vit høvdu ein varhuga av, at okkara prísir vóru kappingarførir. Men nú er tað so í øllum førum púra greitt, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Talan er so at siga um somu sjálvbodnu avtalu, sum lívstryggingarfeløg og tvørgangandi eftirlønargrunnar í Danmark hava um at fylgja sonevnda Omkostningshenstillingen frá áhugafelagnum Forsikring & Pension, stytt F&P.

Endamálið við skipanini er, at tað skal vera greitt, hvønn kostnað kundin rindar í sambandi við at hava sína eftirlønarskipan.

Síðani 2010 hava øll donsk feløg, á ein skipaðan hátt, roknað og upplýst sínar pensjónskundar um ÁKK og ÁKP. Nevndir og stjórnir í føroysku lívstryggingarfeløgunum og pensjónsgrunnunum hava verið samd um, at einstaki pensjónskundin í Føroyum eisini skal fáa eina kunning á sama støði, sum donsk feløg geva sínum pensjónskundum.

Avtalan merkir, at einaferð um árið skulu feløgini á ein skipaðan hátt upplýsa einstaka pensjónskundan um, hvussu nógv hann hevur rindað – bæði í krónum og í prosentum - fyri sína pensjónssamansparing.

ÁKK merkir ‘Árligur kostnaður í krónum’, og ÁKP merkir ‘Árligur kostnaður í prosentum’.

Hetta eru standardhættir fyri at gera kostnaðin hjá kundum í lívstryggingarfeløgum og tvørgangandi eftirlønargrunnum upp.

- Tað er eyðsæð ein fyrimunur fyri kundan at vita, hvussu pengarnir verða umsitnir - hvussu nógv av hvørjari krónu fer til pensjónsíløgur og hvussu nógv fer til umsiting og kostnaðir. Tað er tað einasta rætta, tá ið vit hugsa um gjøgnumskygni og upplýsing – serliga nú tað er álagt fólki við lóg at spara upp til pensjón, heldur Helgi L. Petersen.

Avtalan er gjørd ímillum Betri Pensjón, P/F Tryggingarfelagið Lív, Eftirlønargrunn Løntakaranna, sum nú eitur Lívsverk og P/F NordikLiv Lívstryggingarfelag.

Avtalan fevnir ikki um pensjónssamansparing í peningastovnum.

Feløgini hava í samstarvi við Tryggingareftirlitið síðani 2018 arbeitt við at seta í verk eina samsvarandi skipan fyri føroysku pensjónskundarnar.

Í allari tilgongdini hava partarnir verið konstruktivir og samstarvssinnaðir, og Tryggingareftirlitið og feløgini eru sera fegin um, at tað nú hevur eydnast feløgunum at gera eina sjálvbodna sínámillum avtalu um ÁKK/ÁKP til gagns fyri einstaka pensjónskundan.

Til ber at lesa avtaluna á heimasíðuni hjá Tryggingareftirlitinum: www.tryggingareftirlitid.fo

- Vit vita, at hetta helst fer at hava við sær, at onnur fara at lækka sínar prísir. Tíbetur hava vit eisini góða tænastu, góðar valmøguleikar og góðar tryggingar at dúva uppá, so tað ræðir meg ikki, at onnur nærkast okkum í prísi. Og um vit hava verið við til, at føroyingar fáa bíligari pensjónskostnað, ja, so eri eg nøgdur, sigur Helgi L. Petersen at enda.

Aftur
Grein 17 av 18
Víðari