Ókeypis verndarbrillur til nýggjárið

Millum jól og nýggjár lat Betri Trygging fleiri hundrað ókeypis verndarbrillur til nýggjárið. Á øllum deildum bar til at støkka inn á gólvið og fáa ókeypis verndarbrillur til alt húskið
Eitt av strategisporunum hjá Betri Trygging snýr seg um fyribyrging. Nakrir av mest álvarsomu persónsskaðunum síggjast í sambandi við nýggjársfýrverkið, og á hvørjum ári eru eygnalæknar og fólk, ið hava fingið skaða í eyguni, sum ávara, tá ið nýggjárið nærkast. Bestu ráðini eru sera einføld: nýtið verndarbrillur og fyribyrgið skaða í eygunum!
Tí bjóðaði Betri Trygging øllum at støkka inn á gólvið gerandisdagarnar millum jól og nýggjár – og fáa ókeypis verndarbrillur til alt húskið. Tilboðið var galdandi á øllum deildunum kring landið.
Og sigast má, at undirtøkan var sera góð.
Fleiri hundrað brillur vóru lætnar teir báðar dagarnar, ið vit høvdu opið millum jól og nýggjár.
Brillurnar eru lættar og snøggar – og hóska bæði til børn og vaksin. Tær eru av merkinum Zekler, ið er eitt viðurkent merki innan verndarútgerð. Brillurnar lúka evropeisku trygdarkrøvini til verndarbrillur (EN-166) og kunnu eisini nýtast til arbeiðsbrúk.
Tað er gleðiligt, at fólk í støðugt størri mun hugsa um fyribyrging – eitt nú í sambandi við nýggjárið, og har vil Betri Trygging ganga á odda.