
Heilsa og burðardygd til ung í Føroyum
Vit leggja stóran dent á at stuðla børnum, ungum og fólkum við avbjóðingum
Hvørt ár lata vit eina stóra upphædd í stuðli til ymsar ítróttar- og mentanarfelagsskapir kring landið. Ein av størstu upphæddunum bankin letur er til Parasport Føroyar. Samstundis stuðla vit einum filmi, sum Verkstaðið Vón ger fyri at varpa ljós á teirra arbeiði.
Vit leggja okkum eftir at stuðla børnum, ungum og fólkum við avbjóðingum, og at stuðulin skal koma so nógvum sum gjørligt til góðar. Harumframt stuðla vit átøkum hjá børnum og ungum við ryggsekkum, endurskynum, húgvum og líknandi.
Vit leggja dent á at stuðla børnum í íverksetan og hava í mong ár verið høvuðsstuðul hjá bæði Ungt Virki og Skúla FM.
Gávur úr endurnýtslutilfari
Vit leggja okkum eftir, at gávurnar vit lata okkara kundum í størst møguligan mun eru úr endurnýtslu tilfari. Vit hava gjøgnum fleiri ár havt eitt gott samstarv við ymsu verkstøðini kring landið, og hevur Verkstaðið Vón gjørt fleiri gávur úr endurnýtslutilfari fyri okkum, umframt innkeypsnet gjørd úr gomlum plastlýsingum hjá okkum, sum vit lata okkara kundum.
Fyri at eggja børnum og ungum at spara upp, geva vit teimum eina gávu, tá tey seta pening á uppsparingarkontuna.
Verkstaðið á Brekku ger trækassar úr endurnýtslutilfari, sum vit fylla við bóltum, kritum og hoppibondum, og lata øllum børnum kring landið, tá tey byrja í 1. flokki. Eisini ger Dugni toynet úr endurnýtslutilfari, sum vit fara at geva kundum.
Stuðla føroyskum tónleikarum
Vit skipa fyri upp ímóti 20 ókeypis tiltøkum av ymsum slagi kring alt landið á hvørjum ári. Vit ynskja við hesum ókeypis tiltøkunum at geva so mongum føroyingum møguleika at koma til tiltøkini, sum til ber. Til hesi tiltøkini biðja vit ymiskar føroyskar tónleikarar spæla. Orkestrið Ælabogin hevur spælt konsert til tiltak, sum vit hava skipað fyri, og vit hava eisini veitt teimum fíggjarligan stuðul í samband við framleiðslu av tónleikalagi. Á hendan hátt eru vit við til at stuðla føroyskum tónleikarum fíggjarliga.
Tað skal vera lætt hjá øllum at vera kundi
Betri Banki er til fyri øll, og tí skulu okkara tænastur vera lætt atkomuligar hjá øllum okkara kundum. Tí arbeiða vit miðvíst við at gera mannagongdir talgildar ,soleiðis at kundar spara tíð og orku og kunnu avgreiða síni bankaørindi heimanífrá. Samstundis hava allar deildir okkara framvegis opið mánadag til fríggjadag. Vit leggja stóran dent á, at kunningin frá okkum er viðkomandi, uttan mun til, hvørjum palli lýst verður á. Harumframt skipa vit fyri tiltøkum, sum varpa ljós á ávís produktir, millum annað um at keypa og byggja bústað, burðardygg produktir, uppsparingarkontur, lán og fíggjarætlan.
Ráðgeving við hondina og lætt at samskifta við
Vit brúka okkara vangar á sosialu miðlunum til at geva okkara kundum góð ráð og kunning. Vit leggja stóran dent á, at vera gjøgnumskygd og erlig í okkara samskiftishátti. Á hendan hátt kunnu okkara kundar fáa góð ráð um, hvussu tey kunnu leggja útreiðslur til rættis, tosa við børn síni um pengar, gerast meira burðardygg, samstundis sum tey spara pening og mangt annað. Við hesum samskiftisháttinum røkka vit longri við góðu ráðgevingini, og gera tað lættari hjá fylgjarum at fáa íblástur til eina haldgóða fíggjarstøðu, uttan at tey hava fyri neyðuni at ringja til okkara ella vitja eina av deildunum.
Endamálið er at geva íblástur til eina haldgóða fíggjarstøðu
Við øllum okkara tiltøkum og átøkum leggja vit stóran dent á at ráðgeva um hvussu okkara kundar kunnu spara pening, gerast meira tilvitaðir um nýtslu og harvið leggja lunnar undir eina haldgóða fíggjarstøðu.
Millum nøkur av tiltøkunum og átøkunum í fjør kunnu nevnast, at vit hava vitjað og fingið vitjan av nærum øllum miðnámsskúlum í Føroyum. Eisini hava vit gjørt eina røð av filmsbrotum, sum snúgva seg um íløgur og hava til endamáls at geva okkara kundum bestu fortreytir fyri at taka skilagóðar og grundaðar avgerðir, áðrenn tey fara undir at gera íløgur.
Saman við hinum føroysku peningastovnunum, hava vit tikið stig til at fáa umsett alt tilfari frá tí danska Pengeuge til føroyskt. Tað merkir, at 7. og 9. flokkar í Føroyum fáa eginbúskap á tímatalvuna.
Vit hava eisini tikið stig til og samskipa eitt átak, sum skal hjálpa føroyingum at sleppa undan snýti á netinum.
At enda hava vit skipað fyri tiltøkum fyri allar aldursbólkar, m.a. Bassafestival fyri tey minstu, Markleys Útbúgving, Vinnan Vitjar, Pisudagar, innleiðsludagar á Setrinum og á Vinnuháskúlanum fyri tey ungu, Barsilskafé fyri foreldur og eitt tiltak um Orkusparandi loysnir fyri vaksin og Jobmatch.