Starvsfòlk í Betri Banka

Betri Banki
5 min at lesa
Lurta

Eitt burðardygt arbeiðspláss við trivnaði og motivatión í miðdeplinum

Í Betri Banka byggja vit okkara virksemi á burðardygt grundarlag. Tað vil siga, at vit ynskja at skapa eitt arbeiðsumhvørvi, har starvsfólk trívast og eru motiverað.

Ein týðandi liður í at tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi fyri øll okkara starvsfólk er áhaldandi at hava fokus á dagliga trivnaðin, bæði yvirskipað og hjá tí einstaka starvsfólkinum. Tað verður gjørt við trivnaðarkanningum, starvssamrøðum og dagligum samskifti.

At tryggja eitt gott arbeiðsumhvørvi er somuleiðis ein liður í at skapa eitt sálarliga gott arbeiðsumhvørvi. Tað merkir, at vit raðfesta eitt jaligt samskifti millum starvsfólk og millum deildir. Eitt samskifti, ið byggir á, at vit eru áhugað, fyrikomandi og álítandi.

Í bankanum hava vit eisini eina samstarvsnevnd og eina trygdarnevnd við umboðum frá leiðslu og starvsfólkum. Nevndin viðger samstarv, trivnað og arbeiðsumhvørvismál, so stuðlað verður undir einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Eitt arbeiðspláss við rúmi fyri raðfesting millum arbeiðspláss og privatlív

Betri Banki ynskir at vera eitt rúmligt arbeiðspláss. Tí stremba vit eftir, at starvsfólk saman við sínum leiðara finna loysnir, so frítíðarlív, familjulív og arbeiðslív sampakka á best møguligan hátt.

Í Betri Banka menna starvsfólk áhaldandi sínar førleikar. Tað er umráðandi at okkara starvsfólk eru væl ílatin at røkja sínar uppgávur og taka móti nýggjum, so kundi altíð fær viðkomandi og góða tænastu. Í síðsta enda snýr tað seg um at hava nøgdar og trúgvar kundar.

Starvsfólk fáa regluliga undirvísing í fyrstuhjálp, tí vit halda tað vera ein týdningarmiklan førleika at hava sum starvsfelagi og sum samfelagsborgari.

Ein fjølbroyttur starvsfólkahópur

Hvørt ár verða næmingar settir í starv í Betri Banki. Meginparturin av útlærdu næmingunum halda áfram í bankanum eftir lærutíðina, og tey menna sínar førleikar sum kundaráðgevi ella menna seg víðari til annað starv í bankanum.

At seta næmingar hevur stórt virði fyri okkum sum arbeiðspláss, tí ungir og eldhugaðir næmingar eru ein liður í áhaldandi at menna bankan. Og sjálvandi ynskja vit eisini at vera við til at útbúgva og menna ungdómin í Føroyum.

Vit leggja stóran dent á, at starvsfólkahópurin er samansettur av ungum sum eldri, av starvsfólki við ymiskum førleikum, og at bæði kynini eru umboðað. Ymiskleikin í starvsfólkahópinum ger, at vit kunnu styrkja okkara støðu við at menna tænastur og veita kundum ymiskliga, góða og skikkaða ráðgeving.

Aftur
Grein 11 av 18
Víðari