Betri Heim

Ráðgevingin er alt avgerandi
Betri Heim rekur øðrvísi virksemi enn restin av Betri familjuni. Í Betri Heimi selja vit fastogn, og hóast vit ikki eiga vøruna sjálvi, men umboða seljaran í sambandi við søluna, so vilja vit eisini geva okkara til at gerast orku - og umhvørvisvinaligari. Samstundis leggja vit stóran dent á at ráðgeva seljarum og keyparum á bestan hátt bæði í mun til, hvussu bústaðurin kann varðveitast ella umvælast á burðadyggan hátt.
Orkumerkt sethús
Vit vildu fegin sett orkumerki á sethúsaognirnar, ið vit selja. Í londum kring okkum finnast orkuskráir, har sethúsaognir verða orkumerktar. Slík skrá finst ikki í Føroyum enn, men er politiskur vilji til tess, bjóða vit í Betri Heimi eini slíkari skrá vælkomnari og vilja gera okkara fyri at orkumerkja føroysku sethúsaognirnar.
Eitt burðardyggari arbeiðsumhvørvi
Innanhýsis gera vit okkara til at hugsa umhvørvisvinaligt. Vit hava ment talgildar skipanir til skjøl og boðgeving, so minni verður skrivað út á pappír. Í hesum sambandi eru vit eisini givin at senda brøv, og syrgja fyri at millum annað skeytir verða skannað til teldupostar í staðin. Eisini sølutilfar verður víst á telefonum og teldum, so minni tørvur er á pappíri.
Í tí heilt smáa kann nevnast, at vit brúka felags ruskílat heldur enn at hava ruskíløt undir hvørjum skriviborði. Vit reisast oftari av stólunum, og talið á ruskposum er minkað úr 2080 niður í 520 um árið.
Allur bati bøtir
Tríggir bensinbilar eru skiftir út við tríggjar hybridbilar, eins og ætlað varð til 2025. Hetta ger sítt til, at vit sum arbeiðspláss eru meira orku - og umhvørvisvinalig.
Gjøgnumskygni á bústaðarmarknaðinum
Vit gera javnan bústaðargreinir, sum lýsa bústaðarmarknaðin í Føroyum, fyri at tryggja, at allir partar - keyparar, seljarar og aðrir áhugapartar - hava neyðugu upplýsingar til at taka væl grundaðar avgerðir. Við hesum stuðla vit einum opnum og ábyrgdarfullum marknaði, sum er ein týðandi liður í burðardyggari menning innan bústaðarøkið.