– Vit eru errin av at vera eitt limafelag grundfest í føroyska samfelagnum

Limaátt feløg og partafeløg eru hvør sítt, hóast tey stundum vera samanborin sum javnlíkar. Sum limaátt felag kann Betri loyva sær at taka langskygdari atlit og hava minni fokus á árliga avkastið enn vanlig partafeløg
Tað eru kundarnir í Betri Trygging, sum eru evsti myndugleiki í felagnum og sum harvið avgera, hvørji atlit skulu raðfestast. Júst tí hevur Umboðsráðið undanfarna árið arbeitt við at orða ein ognarpolitikk fyri alt Betri Samtakið. Í ognarpolitikkinum, sum bleiv góðkendur av Umboðsráðnum í februar, bleiv staðfest, at Betri Samtakið skal vera ein hollur, nútímans og frameftirlítandi veitari í fíggjarliga undirstøðukervinum í Føroyum.
Limafelagið er grundfest í føroyska samfelagnum, avgerðirnar verða tiknar í Føroyum, og vinnningurin skal stuðla undir føroyska samfelagsbúskapin. Hetta fremja vit við millum annað at gera íløgur í føroyskar fyritøkur, stuðla samfelagsgagnligum endamálum, gjalda út limakrónur og framhaldandi tryggja fíggjarstøðuna hjá Betri Samtakinum.
Eitt eyðkenni við limafeløgum er, at tey ofta eru gomul og haldfør.
Eitt annað eyðkenni við limafeløgum er, at tað ofta er avmarkað, hvussu nógv tey kunnu rinda í vinningsbýti, og tí seta tey størri upphæddir av til íløgur – bæði í egið virksemi og í samfelagið sum heild. Skilagóðar íløgur í egið virksemi viðføra betri kappingarføri, meðan íløgur í samfelagið eru til gagns fyri øll – bæði nú og í framtíðini.
Í ár eins og undanfarin ár eru 30 milliónir krónur settar av til Betri Stuðul. Betri Stuðul veitir fíggjarligan stuðul til tryggleikaskapandi, heilsufremjandi og samfelagsgagnlig endamál – ofta í tøttum samstarvi við sjálvbodnar áhuga- og hjálparfelagsskapir. Í okkara arbeiði við Betri Stuðli hava vit seinastu árini møtt eini røð av fólkum, ið hava hugskot og árræði. Tey vilja gera mun, leggja afturat og flyta mørk.
Í heimildarfilminum SAMAN kasta vit ljós á nakrar verkætlanir, ið hava so stóran týdning fyri føroyska samfelagið og okkum, sum her búgva. Filmurin varð frumsýndur fyri okkara samstarvspørtum í Varpinum í Klaksvík og er síðani lagdur út á sosialu miðlarnar. Vit eru errin av at vera ein partur av øllum tí góða arbeiðinum, sum filmurin lýsir og mæla til, at tit seta tykkum 43 minuttir av at njóta filmin í.