Neyvkanna plastikk

– Á Umhvørvisstovuni fegnast vit um nýggja FTIR-tólið, sum skal hjálpa okkum neyvt at eyðmerkja einstaka plastikklutin. Tólið er lætt at brúka, og vit vóna, at aðrir stovnar og felagsskapir, ið arbeiða við dálking, kemiskum kanningum o.l. kunnu fáa gagn av framkomna tólinum, sigur Katrin Hoydal, granskari á Umhvørvisstovuni
Plastikk er ein vaksandi trupulleiki í okkara havumhvørvi. Í nógv ár hava granskarar kannað plastik í havhestamagum, og við berum eygum kunnu vit øll síggja plastdálkingina í føroysku fjøruni. Við nýggjum framkomnum tóli fer nú eisini at bera til at neyvmerkja einstaka plastikpettið, so meira kunnleiki fæst um eittnú aldur, uppruna og innihald.
AMAP samstarvið
Umhvørvissstovan luttekur í sokallaða AMAP samstarvinum. AMAP stendur fyri Artic Monitoring & Assessment programme. Endamálið við samstarvinum er at halda eitt vakið eyga við umhvørvisligum broytingum, sum henda um okkara leiðir. Samstarvið fevnir breitt, og Umhvørvisstovan luttekur í einum bólki, sum serliga fæst við yvirvøku av plastdálking í norðurhøvum og arktiska økinum.
– Við hesum tólinum ber til hjá okkum at kanna plástlutirnar neyvari. T.d. staðfesta, hvat slag av plastikk talan er um, staðfesta um talan er um gamalt ella nýtt plastikk, og hvørji evni eru í tí, sigur Katrin Hoydal.
Slíkar kanningar kunnu setast saman við øðrum líknandi kanningum úr øðrum londum, og samanlagt kann man staðfesta gongdina í dálkingini. T.d. um nýggj dálkingarrák eru ávegis, um ferðamynstrið broytist, og um dálkingin minkar ella økist.
- Tólið er lætt at handfara, og vit vóna at tólið kann brúkast í mongum øðrum samanhangum. Nú er tað her, og eg vænti at fleiri við tíðini fara at síggja møguleikarnar við tí.
Fjølbroytt og lætt at handfara
Tólið, sum Umhvørvisstovan hevur ognað sær, kann brúkast sera fjølbroytt og er lætt at handfara. Talan er um eitt sokalla FTIR-mátitól, sum sigur nakað um ymisku evnini í kannaða lutinum. Við úrslitinum og vitanini um evnissamansetingina, kann man umvegis størri altjóða og heimligar skráir eyðmerkja neyvt, hvaðani luturin er, hvussu gamal hann er og hvørjum evnum hann er settur saman av.
– Tólið er lætt at handfara, og vit vóna, at tólið kann brúkast í mongum øðrum samanhangum. Nú er tað her, og eg vænti, at fleiri við tíðini fara at síggja møguleikarnar við tí. Tess meira vitan vit hava um m.a. dálking, tess betri eru vit før fyri at gera nakað munagott við tað, sigur Katrin Hoydal at enda.