Øll kunnu læra støddfrøði

– Okkara endamál er, at tað skal verða møguligt hjá øllum at læra støddfrøði, siga teir báðir Janus Jógvansson og Magnus Eysturoy, sum eru stigtakarar til verkætlanina Støddfrøðifilmar
Teir hava sett sær fyri at framleiða dygdartilfar á føroyskum, ið tryggjar møguleikarnar hjá øllum at læra støddfrøði á miðnámi – púra ókeypis. Umvegis youtubefilmar hava teir arbeitt miðvíst við málsetninginum, og í skrivandi stund eru teir komnir hálvvegis við verkætlanini.
Høvuðsorsøkin til at teir báðir fóru undir verkætlanina var, at teir sóu eina keðiliga gongd í støddfrøðiførleikunum hjá føroyskum miðnámsnæmingum.
- Vit miða eftir at gera tíðarhóskandi, livandi og talgilt tilfar á føroyskum, sum vónandi kann minka um óttan og veksa um læruhugin og úrtøkuna.
Gamal tanki
Janus og Magnus, sum báðir búgva í Danmark, høvdu javnan tosað saman um, at man manglaði føroyskt undirvísingartilfar í støddfrøði. Báðir høvdu teir havt sínar hugsanir um undirvísingartilfarið í støddfrøði, tá teir sjálvir gingu í skúla í Føroyum.
– Tá eg gekk á miðnámi, dámdi mær betur at læra umvegis heimasíður, ið brúktu videobrot. Eftir miðnám havi eg javnan hjálpt vinum við støddfrøði, men tá hevur tað sum oftast verið á donskum. Hetta ynskti eg at gera nakað við, sigur Janus, sum í løtuni lesur kandidat í støddfrøði og serliga hevur lagt seg eftir fakum, sum hava samband við miðnámslærarayrkið.
– Eg luttók á ungdómstinginum í 2014 vegna 9. flokk í Venjingarskúlanum. Vit løgdu tá fram eitt uppskot til broyting í fólkaskúlalógini, sum ásetti, at alt undirvísingartilfar skuldi vera á føroyskum, sigur Magnus, sum lesur støddfrøði-búskap á Keypmannahavnar universiteti.
Venda gongdini
Vit mettu, at tríggjar høvuðsorsøkir eru til, at støddfrøðin hevur tað trupult í føroyska skúlanum. Fyri tað fyrsta er støddfrøðin komin í ringt orð og fleiri óttast støddfrøðina, og tað skapar lærublokeringar. Fyri tað annað er nógv av tilfarinum, sum verður nýtt, á donskum, hóast næmingar ynskja føroyskt tilfar. Harafturat er lítið og einki talgilt undirvísingartilfar á føroyskum.
– Vit miða eftir at gera tíðarhóskandi, livandi og talgilt tilfar á føroyskum, sum vónandi kann minka um óttan og veksa um lærihugin og úrtøkuna.
Góðskutryggjað av Námi
Fyri Magnus og Janus er sera umráðandi, at góðskan er í lagi, og at lærarar trygt kunnu líta á tilfarið. Tí er avtala gjørd við Nám, ið tryggjar, at tilfarið námsfrøðiliga, fakliga og málsliga er í samsvari við almennu námsætlanirnar.
– Nám fær handritini og ritstjórnar og viðger tey, áðrenn nøkur filmsframleiðsla fer í gongd. Á tann hátt tryggja vit, at filmarnir eru í tráð við ymisku tættirnir, ið eru umráðandi at hava í huga í undirvísingini í støddfrøði á miðnámi, siga teir báðir at enda.